Longu klokkan 17.52 kom fyrsta patruljan frá Nordre Buskerud til Utstranda, bara góðar 600 metrar frá Utøya. So hví fór hon ikki beinanvegin út á oynna?
Magne Rustad: Fyrsta patruljan á staðnum var ein observatiónspatrulja, og hevði til uppgávu at stýra ferðsluni. Tá vistu vit heldur ikki, hvat vit høvdu við at gera.
Tilbúgvingardeildin hjá Oslo politi bað Nordre Buskerud um at útveg bát. Deildin í Hønefoss kom við einum 15 fót gummibáti og setti á sjógvin á Storøya, 3,6 kilometrar og 16 minuttir frá Utøya. Smábátarnir í Utvika høvdu hægst tríggjar minuttir um teir 675 metrarnar út til Utøya. Tað merkir, at lørgeglan kundi verið á Utøya klokkan 18.09 í staðin fyri 18.25.
Magne Rustad: Keiin í Utvika hevur ongan drátt, og eingin visti, at tað var møguligt at flota bátin har. Tað bar heldur ikki til at seta upp ein kommandosentral har, tí eitt kampingpláss lá har nærhendis.
Men hví Storøya varð vald, hevði løgreglan einki svar upp á, annað enn at tað vóru »politifagligar metingar«, sum førdu til tað.
At operatiónin ikki var væleydnað sæst best av, at gummibáturin bæði lak og hartil fekk motorsteðg, skrivar Dagbladet.
Noregi er nú við at koma burtur úr skelkinum og avnoktanini, landið hevur verið í síðani 22. Juli, og einki er at ivast í, at løgreglan ikki framhaldandi sleppur við at skjóta seg undir umberingar av handahógvi, tí tjóðin fer at krevja svar og ikki undanførslur, nakað sum rættiliga byrjar at síggjast aftur í stóru norsku dagbløðunum, VG, Dagbladet og Aftenposten.