Løgreglan: Drekkið ikki vatnið á Tvøroyri

Myndugleikarnir biða fólk halda seg burtur frá drekkivatninum á Tvøroyri

Løgreglan heitir nú á fólk á Tvøroyri og har á leið um ikki at drekka vatnið.

Vatnið kann verða eitrað av ammoniak-royki.

Stóreldurin á Varðanum á Tvøroyri hevur havt við sær umfatandi leka av ammoniakki, og hesin lekin kann hava dálkað drekkivatnið á Tvøroyri og har á leið.