Tað hevur verið lítið av fólki í býnum í nátt, og tað hevur eisini verið rættiliga friðarligt. Tað sigur løgreglan í morgun.
Men mitt í nátt mátti løgreglan upp í eftir at ein maður varð burturvístur á einum skeinkistaðið. Hann var ikki samdur við duravørðin og teir komu til ilnar. Maðurin kærdi sína neyð til løgregluna, sum hevur skrivað sær upp, hvør var á staðnnum, og so verður málið tikið upp aftur seinni.
Um sama mundi varð løgreglan boðsend tí fleiri mans vóru farnir til hendurs í miðbýnum í Havn. Men løgreglan fekk tosa allar partar til sættis, so teir fóru hvør til sítt og meiri verður ikki gjørt burtur úr tí.
Men tíðliga í morgun fekk løgreglan boð um at ein kvinna lá úti á berajólum og svav. Men tá ið tey komu á staðið, vísti tað seg, at hon eisini var dottin og hevði smekkað høvdið í, so hon fór á landssjúkrahúsið til kanningar.
Mitt í nátt Bein steðgaði løgregan einum bili í Havn við fleiri ungum fólkum í. Løgreglan fekk illgruna um at tey høvdu fingist við rúsevni, so tey vórðu kannað. Í hesum sambandi fann løgreglan ymsa útgerð, sum verður brúkt at roykja hassj við og tey fingu eisini staðfest, at útgerðin hevði verið brúkt. Úrslitið av tí varð, at hald varð lagt á tað, og tvey av fólkunum í bilinum eru skuldsett fyri at hava brotið lógina um rúsevni.
Í gjár gjørdi løgreglan á Tvøroyri eisini ferðmátingar á Ovara Vegi við FK. Fleiri bilar komu framvið, men teir koyrdu allir fyrimyndarliga, so har varð einki mál skrivað.