Løgreglan kannað 250 bilar í Suðuroy

Yvir 30 bilførarar í Suðuroy hava fingið bót fyri øll handa slag av brotum á ferðslulógina

Seinastu dagarnar hevur vælmannað lið av løgreglufólki verið í Suðuroy og kannað bilar. Fyribils hava tey kannað bilar í allan gjár og í allan dag og tilsamans eru einir 250 bilar kannaðir.

 

Í gjar steðgaðu tey bilum bæði á Tvøroyri og í Vági og í morgun hava tey kanna bilar, sum koyrdu í sambandi við Smyril.

 

Og tilsamans hava yvir 30 bilførarar fingið bót fyri øll møgulig brot á ferðslulógina og harumframt fingu heilt nógvir bilførarar ávaring fyri ymsar smærri feilir og brek.

 

Men tey, sum fingu bót fingu bót fyri tey afturvendandi brotini á ferðslulógina. Í hesum sambandi fingu fleiri bót fyri fyri ikki at brúka trygdarbelti ella fyri ikki at hava barnastólin spentan fastan. 

 

Aðrir bilførarar fingu bót fyri at koyra við uppslitnum dekkum, og uppaftur aðrir fingu bót fyri at koyra við píkadekkum, sum ikki luku krøvini við tað, at tað var ov stórur munur á, hvussu nógvur píkar vóru í teimum ymsu dekkunum. Tað skal ikki vera meiri enn 25 prosent á muni á talinum á píkum í teimum ymsu dekkunum.

 

Annars fekk onkur bót fyri at koyra við brostnum lyktum, onkrir bilførarar høvdu ikki koyrikortið við, og hjá onkrum øðrum bilførara var koyrikortið útgingið.  

 

Løgreglan vil ikki siga, hvussu leingi løgreglan er í Suðuroy, men tey siga kortini, at tá ið farið verður so langt, plaga tey at steðga í nakrar dagar, sum tey málbera seg.