Fólk, ið ferðaðust oman eftir Varðagøtu í morgun varnaðust møguliga, at óvanliga nógvir løgreglumenn vóru í økinum. Komin longri oman varnaðust tey møguliga eisini, at plantasjan var avbyrgd.
Á løgreglustøðini upplýsa tey, at løgreglan er í gongd við at kanna eitt innbrot, ið var í nátt.
- Eg kann ikki upplýsa nakað serligt, tí vit kanna enn málið. Men vit hava handtikið tveir persónar og avbyrgt viðarlundina, meðan hundar leita eftir fleiri sporum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.