Løgreglumaður seldi myndir úr bilvrakinum hjá Haider

Løgreglumaðurin, sum hevði vakt vanlukkunáttina, tók myndir av og inni í bilvrakinum og seldi tær

Dagin eftir ferðsluvanlukkuna, sum kostaði eysturríkska politikaranum Jørg Haider lívið, kunngjørdu fjølmiðlarnir myndir av tí illa farna bilinum

Men í síðstu viku komu nýggjar myndir undan kavi í blaðnum Kleine Zeitung. Summar teirra vóru tiknar uttan fyri bilvrakið, og á einari sást annar skógvurin hjá Haider liggja í grasinum við vegin. Men aðrar myndir vóru tiknar inni í vrakinum, og á teimum sóust millum annað brillurnar hjá Haider og ein eksja við tablettum ímóti tunglyndi.

Tá hinir fjølmiðlarnir bóðu løgregluna um myndirnar, vísti tað seg, at tað var ikki løgreglan, sum hevði tikið tær. Leiðslan í løgregluni fekk alt fyri eitt illgruna til løgreglumannin, sum hevði vakt vanlukkunáttina, og sum var á vanlukkustaðnum. Undir avhoyringum viðgekk hann at hava tikið myndirnar við egnum vinningi fyri eyga.

Hann er nú frítikin fyri tænastu.