Havi fylgt við kjakinum um, at samgongan vil avtaka stuðulin til goldnan barnapening. Tjóðveldis-flokkurin (Páll á Reynatúgvu) hevur fyri aðru ferð í ár fingið ábyrgdina frá samgonguni at syrgja fyri, at hetta verður útint.
Sum kunnugt varð uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum felt fyrst í mai mánað av Finni Helmsdal, ið tá sat sum eykamaður í Løgtinginum fyri Tjóðveldisflokkin. Men síðan hevur Finnur Helmsdal "flaggað út" og er uppskot-ið um at avtaka stuðulin fyri goldnan barnapening lagt fram aftur í hesi ting-setu av Tjóveldisflokkinum (Páll á Reynatúgvu). Og nú Finnur Helmsdal er "flaggaður út", sær út til at uppskotið verður samtykt.
Í andstøðuni er Sambandsflokkurin (m.a. Alfred Olsen) heitur talsmaður fyri at avtaka stuðulin til goldnar barnapengar. Hetta er undrunarvert, tí eg helt at Sambandsflokkurin var talsmaður fyri Ríkisfelags-skapinum og teimum rættindum, hann hevur at bjóða. Er Sambandsflokk-urin ikki vitandi um, at í Danmark er stuðulin fyri goldnan barnapening 100% (sum frádráttur yvir skattaskipanina) og í Grønlandi er stuðulin 100% (sum frádráttur yvir skattaskipanina) ?
Ímóti egnum samtyktum
Vísast skal á, at Løgtingið í 1997 samtykti, at stuðul skal latast fyri goldan barnapening (Áðrenn 1. januar 1997 rindaðu pápar meiri enn mammur í barnapengum, men klaga gjørdi, at lógin varð broytt). Eisini er vert at hava í huga, at Løgtingið í 1998 feldi uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø, táverandi landsstýrismanni í almannamálum, um at avtaka stuðulin. Og í 2001 samtykti Løgtingið uppskotið hjá Sámal Petur í Grund at víðka stuðulin til goldnan barnapening, so hann eisini umfatar føroyingar uttanlands, t.d. í lestrarørindum í Danmark. Sostætt hevur Løgtingið seinastu seks árini samtykt og staðfest lógina um stuðul fyri goldnan barnapening ikki minni enn tríggjar ferðir.
Men nú í 2003 vil Løgtingið (undantikið Javnaðarflokkurin) avtaka stuðulin. Hetta kann tykjast løgið, tí talan er um somu samgongu, ið nú gongur ímóti síni egnu løgtingssamtykt frá 2001.
Sum nevnt hevur Tjóðveldisflokkurin (Páll á Reynatúgvu) lagt uppskotið fyri Løgtingið fyri aðru ferð í ár. Flestu skjølini í málinum eru til taks á heimasíðuni logting.fo, har ein kann lesa, at framferðahátturin hjá Páll á Reynatúgvu, landsstýrismanni í almannamálum, er sera løgin og reelt í stríð við landsins lógir.
Stuðul til goldnan barnapening er lógarbundin játtan. Tí kann ein spyrja, hví upphæddin ikki varð tikin við í Fíggjarlógina fyri 2003? Er tað tí at Páll á Reynatúgvu tók tað fyri givið, at uppskotið hjá sær fór at vera samtykt?
Í staðin søkir Páll á Reynatúgvu um eykajáttan fyri eina lógarbunda játtan. Men tá upphæddin er lógarbundin, átti landsstýrismaðurin at syrgt fyri, at játtanin kom við í Fíggjarlógina fyri 2003, og ikki søkt um eykajáttan 13. juni 2003, tá árið er hálvrunnið (sí skjal nr. 0.31- 2300700/6). Í viðmerkingunum til umsøknina staðfestir landsstýrismaðurin tó, at neyðugt er eykajáttanini, tí "ongin peningur er settur av til endamálið", citat slutt.
Spurnartekin kann setast við hesa mannagongd, og vísast má til grein 5 í lógini um ábyrgd landsstýrismanna: "løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara." Alt annað líka skuldi tað verið skyldan hjá einum landsstýrismanni at avseta pengar til eina lógarbundna játtan.
Páll á Reynatúgvu hevur eisini havt málið um avtøku av stuðlinum til goldnar barnapengar til hoyringar, m.a. hjá Javnstøðunevndini. Hetta skilji eg ikki rættuliga, tí uppihaldspeningur er ikki nevndur í javnstøðulógini, tað burdi hann vita sum landsstýrismaður. Har aftur ímóti fær Almannastovan málið sent til hoyringar og hetta er púra røtt adressa. Men eftir øllum at døma hóvar Páll á Reynatúgvu ikki niðurstøð-una hjá Almannastovuni, ið annars er greið. Har stendur: "...broytingin fær avleiðingar fyri tey gjaldsskyldugu, sum hava fingi álagt at gjalda barnagjald, ......Almannastovan metir ikki at broytingin fær umsitingarligar avleiðingar ... lógin verið løtt at umsiti, ... og mett til eitt parttíðarstarv".
Mín meining er, at Tjóðveldisflokkurin (Páll á Reynatúgvu) átti at tikið uppskotið aftur, og at Løgtingið tekur við læru av hesum máli.