Løgtingsklumman

Stillavika er farin afturum, ein nýggj arbeiðsvika stendur fyri framman, og vit fara úthvíld undir tær arbeiðsuppgávur, ið liggja fyri framman. Tað er alneyðugt fyri likam og sál at fáa slíkar hvíldarstundir, har hugur og tankar vendast móti teimum virðum, sum mølur og rustur ikki eta upp. Havi tó í kvirruni eina seina kvøldarstund sitið og hugsað um støðuna í landinum og fest á blað nakrar av teimum hendingum, sum hava sett dagskránna í politiska gerandisdegnum og fylt hugaheim mín

Fyri mangan lurtara er morgunlesturin í Útvarpinum ein náttúrlig byrjan til dagsins verk og gevur hesin styrki, uggan, kjølfesti og neyðugu barlastina, at møta dagligu avbjóðingunum. Tað var av leiðsluni mett neyðugt, at støðga endursendingini av morgunlestrinum, fyri at fáa morgunsendingarnar í Útvarpi Føroya at verða meira samanhangandi. Hóast staðiliga áheitan um at fáa endursent morgunlesturin í ÚF frá bæði leikum og lærdum, politikarum og ópolitiskum felagskapum, saman við fólki í øllum aldri úr flestu trúarsamfeløgum, so hjálpti tað einki. Tí má skráin í Tingvarpinum kennast eitt sindur øðrkymlandi fyri hyggjaran, tá byrjað verður við morgunlestri, støðgur ella ífylla, síðan Tingvarp til út á seinrapartin, tá løgtingsmenn verða avbrotnir av barnasending ella tí, SVF nú einaferð velur at (endur)-senda. Tá er ólíka lættari at grundgeva fyri, hví nærum allar aðrar føroyskt framleiddar sendingar verða endursendar minst eina ferð. Ein av hesum sendingum ber navnið Kontrol E. Kom í hesum viðfangi at minnast útsøgn í lesarabrævi fyri nøkrum árum síðani, frá eysturoyar-sambandsmanninum Jóhan Petersen, har hann er av tí áskoðan at, “Tað er E sum í alt ov stóran mun setur dagskránna í almenna miðlinum”.

Andstøðan heitti staðiliga á samgonguna í desember um ikki at samtykkja trý lógaruppskot, har stuðulin til dagtilhald varð tikin burtur uttan ávaring, prístalsreguleringin av viðbótini hjá pensjónistum lækkað 1 %, samstundis sum endurgjald fyri medisin varð avmarkað. Kortini varð mett alneyðugt, uttan nakrar hoyringar, við frávikum frá øllum tíðarfreistum, at skunda hesi mál gjøgnum Løgtingið, við øllum atkvøðunum frá samgongutinglimunum. Upplýst varð, at hetta bert var byrjanin, og tingmenn vórðu hartaðir fyri, at teir ikki sóðu álvaran, nú hundraðtals milliónir manglaðu í á fíggjarlógini. Tí var tað avgerandi neyðugt, at tey eldru máttu bera sín part av byrðunum áleið 10 milliónir.

Seinastu stórpolitisku fráboðaninar frá Jóannes Eidesgaard landstýrismanni í fíggjarmálum og Rósu Samuelsen landstýriskvinnu í almannamálum eru, at eldra- og almannaøkið kostar alt ov nógv og at enn fleiri stór sparitiltøk fara at síggja dagsins ljós. Tvær ítøkiligar ætlanir verða marknaðarførdar; teir sonevndu pápapengarnir verða lækkaðir við 10 % úr 50 niður í 40 % og tey tímaløntu skulu sjálvi gjalda fyri sína læknaváttan, tað fer at spara landskassanum áleið 1½ millión.

Í 2008 varð sløk 1,5 millión givin í eykajáttan til gjald av uppsagnarpeningi til landstýrisfólk, hóast fleiri landstýrisfólk høvdu annað starv og hesar mánaðar fingu útgoldið dupulta løn ella meir. Ein samd fíggjarnevnd vísir í áliti til eina nevnd, sum skal koma við uppskotið um lønaráseting fyri landstýrisfólk. Vandi er fyri, at hendingin í fjørð viðvíkjandi eykajáttan til uppsagnarløn verður endurtikin, tí undirtøka fekst ikki í Løgtinginum fyri uppskoti Sjálvstýrisfloksins um at rætta hesar skeivleikar, nú tað fíggjarliga sansar at í samfelagnum og vit sambært heimasíðuni hjá ALS hava 934 arbeiðsleys. Her áttu vit politikarar at gingið undan sum ein góð fyrimynd

Politiska støðan hevur verið turbolent. Tað hevur prutlað undir lokinum seinastu dagarnar, nú landstýrismaðurin í vinnumálum boðaði frá útskiftingum í A.A. nevndini. Enn einafer hendi tað, stjórnarflokkarnir góvust at tosa saman og fóru í staðin yvir til at senda sms og skriva brøv. Eins og tað eru mangir leikir í longum talvi, so endaði eisini hesin tvídrátturin við, at semja um val av nevndarlimum varð funnin millum partarnar, tó hendan er loynilig, til aðalfundurin í flogfelagnum hevur verið.

Kaj Leo Johannesen løgmaður setti uttan iva eitt nýtt heimsmet, tá hann í september 2008 útnevndi 8 landstýrisfólk. Helvtin ella fýra av teimum hava áður roynt seg í hesum starvi við minni hepnari hond og vórðu vrakaði. Jóhan Dahl, Helena Dam á Neystabø, Jørgen Niclasen og Jákup Vestergaard kundu ikki framhaldandi røkja sín landstýrissess, tey vórðu øll loyst úr starvi av tásitandi løgmonnum í ótíð og onnur sett í teirra starv. Spennandi verður at síggja um alt landstýrið hesafer situr tað, ið eftir er av valskeiðnum.

Lagnunar speiðsemi. Landstýrismálanevndin hevur fingið til uppgávu at kanna landstýrismannin í heilsumálum Hans P. Strøm, tí hann seinastu árini hevur havt eina trýsifraðu milliónaupphædd í meirnýtslu. Bert Føroyagrunnurin og eitt veðhaldslán áljóðandi góðar 40 milliónir hjá rækjutrolaranum Napoleon, fylla skránna hjá landstýrismálanevndini, so útlit skuldu verið fyri, at nevndin kom til eina niðurstøðu áðrenn Ólavsøku. So er spurningurin, um kæran um meirnýtslu fer at fáa fylgjur fyri landstýrismannin.

Løgna svartkjaftabýti: Jákup Vestergaard landstýrismaður í fiski- og tilfeingismálum hevur saman við serfrøðini í umsitingini býtt tey fáu tonsini av svartkjafti, sum eftir eru til føroyingar at veiða, nú stórur partur enn einaferð bleiv lutaður russum og øðrum tjóðum. Tey fægstu munnu skilja frymilin, ið landstýrismaðurin nýtti til útlutanina, so sjálvt partamenn hjá landstýrismanninum tóku frástøðu frá býtinum. Meðan fólkafloksmenn av heilum huga kundu taka undir við sanginum. “Hvat er tað gott, at eiga góðar vinir”, sóu vit á síðulinjuni, at javnaðarmenn vaknaðu við kaldan dreym eftir svartkjaftabýti við songregluni: “Eg hevði væntað mær meira”. Nú valdar so friður aftur á økinum, tí tað sum var endaliga svartkjaftabýti í gjár, er í dag bert galdandi hetta árið. “Hvussu leingið kann hesin sjónleikurin halda fram” ?

Nógv uppskot vórðu framløgd seinasta framløgudag, hóast løgtingsformaðurin hevði biðið um at uppskotini komu inn í góðari tíð, fyri at tingið kundi fáa tíð at geva uppskotunum eina virðiliga viðgerð. Mong av hesum uppskotum eru rúgvusmikil og spenna víða, alt frá Føroysku Republikkini til okkurt hissini ríkislógartilmæli. Tað skal arbeiðast skjótt og væl, um øll álit eru skrivað og málini endaliga avgreidd frá Løgtinginum 7. maj, sum sambært ætlan er seinasti arbeiðsdagur í Løgtinginum áðrenn summarfrítíðina. Tað ljóðar fyri vist, at samgongan hevur ætlanir um at leggja eina rúgvu av málum fram afturat við 17 undirskriftum. Um tað fer at eydnast fer tíðin at vísa, men til rós skal sigast, at løgmaður hevur bjóðað andstøðuni javnbjóðis kor við samgonguna fyri framløgu av lógaruppskotum eftir seinastu freist, hvussu hetta so skal bera til.

Møguliga verður framtíðin bjartari, um Jóhan Dahl landstýrismaður fær dreym sín uppfyltan, so at hitapumpur og spariperur í framtíðini fáa orku frá tí nýggja og framkomna kjarnorkuverkinum, ið møguliga kann setast upp í Føroyum.