Lógu skotnir í bilunum

Seks ungir menn vórðu í nátt funnir skotnir í týska býnum Duisburg. Líkist mest avrætting, sigur løgreglan

Løgreglan veit ikki, hvor hevur skotið teir seks menninar, ella hví teir vórðu skotnir, men tað líkist mest avrætting og einari uppgerð av einum ella øðrum slagi, sigur løgreglan í Duisburg.

 

-Vit tosa um seks skotnar menn, sum eru skotnir í høvdið, men vit tosa eisini um fleiri drápsmenn, sigur talsmaðurin hjá løgregluni, Reinhard Pape, við blaðið Die Welt.

 

Klokkan hálvgum tvey síðstu nátt steðgaði ein maður einum løgreglubili tætt við jarnbreytarstøðina í týska býnum Duisburg. Maðurin segði seg hava hoyrt fleiri skot, og tá løgreglumenninir komu á staðið, funnu teir seks skotnar menn. Fimm teirra vóru deyðir, og tann sætti doyði á veg á sjúkrahúsið.

 

Nakrir av monnunum lógu deyðir í bilum sínum, og hinir lógu uttan fyri bilarnar. Løgreglan hevur einki sagt um, hvørjir menninir eru, men summar tíðindastovur skrivaðu í dag, at menninir eru svartir, og at talan tí helst var um eina uppgerð millum innflytarar í brotsmannaumhvørvinum.