Læknaráðið stuðlar sjúkrahúsleiðaranum

Læknaráðið, sum er eitt læknafaktligt forum, har allir læknar á Landssjúkrahúsinum eru limir, hevur á fundi í dag viðgjørt ta kreppu, sum er íkomin av peningatrotinum á sjúkrahúsinum.

Læknaráðið heuvr samtykt at senda út hesa yvirlýsing:


Ein ov lág játtan og manglandi leiðslubygnaður eru grundleggjandi trupulleikarnir á Landssjúkrahúsinum.

Læknaráðið á landssjúkrahúsinum hevur konstaterað, at sjúkrahúsinum í mong ár hevur trotið pening við endan av fíggjarárinum. Hóast fleiri dugnaligir sjúkrahúsleiðarar og sjúkrahússtjórar hava roynt teirra besta at halda fíggjarkarmarnar, hevur hetta ikki eydnast nøkrum. Neyðugt hevur altíð verði at seta sparitiltøk í verk við endan av fíggjarárinum. Vanliga hevur ikki verði trupult at fingið játtan til at dekka tað eftirverðandi undirskotið, tí myndugleikarnir hava viðurkent, at peninganýtslan hevur verði neyðug og tiltrongd.

Seinastu árini er støðan broytt við tað, at játtandi mynduleikin noktar at viðurkenna eitt undirskot og at geva ta neyðugu meirjáttanina. Endin av fíggjarárinum er vorðin eitt afturvendandi drama, orsakað av, at sjúkrahúsleiðslan ikki hevur sæð sær aðrar útvegir, enn at boða frá uppsøgnum og øðrum drastiskum sparitiltøkum.

Soleiðis var aftur í ár. Hóast talið av fráboðaðum uppsagnum ikki var so stórt, sum onkur undanfarin ár, var sjúkrahusleiðarin lagdur undir at verða ódugnaligur og illoyalur og hóttur við uppsøgn.

Læknaráðið harmast og mótmælir at sjúkrahúsleiðarin, eftir ráðsins meting ógrundað, einnsamallur hevur fingið ábyrgdina fyri fíggjarliga standin á Landssjúkrahúsinum. Ráðið metir at sjúkrahúsleiðarin, undir givnu umstøðum, ikki hevði annað í at velja.

Hvørjar fyritreytir eru neyðugar fyri at stýra einum sjúkrahúsið?

Ein sjúkrahúsleiðari má hava stýringsamboð at stýra við. Tað vil fyrst og fremst siga eina struktureraða leiðslu (leiðslubygna), sum fyriskrivar hvørjar diagnostiskar og viðgerðarligar funktiónir skulu vera og, hvussu hesar skulu útinnast og detail-stýrast. Røktin, sum er tengd at hesum læknaligu funktiónum, kann so dimensionerast eftir tí kravið, sum tann einkulta diagnosu-proceduran/viðgerðin setur.

Ein tílíkan leiðslubygna fekk Jákup Mørkøre ongantíð, og hevði hann tí avmarkaðar møguleikar at stýra aktivitetinum á sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsleiðarin fekk, sum fyrstu uppgávu sum leiðari at gera ein leiðslubygna, og legði hann eitt uppskot um ein slíkan fyri landsstýrið, uppskotið var væl at merkja í samsvar við tilráðingar frá útlendskum konsulentvirkjum, sum landsstýrið sjálvt hevði keypt ráðgeving frá. Talan var um ein einstreingjaðan leiðslustruktur. Hetta uppskotið var vrakað av landsstýrinum, og eingin annar leiðslubygnaður er etableraður.

Onnur fyritreytin fyri at kunna stýra er gjøgnumskygni heilt niður til einkultfunktiónir á deildunum. Til hetta er best at hava eitt teldu-kervi (intra-net) har útreiðslurnar frá øllum útreiðslukrevjandi aktivitetum (serliga lønum til starvsfólk) kunnu samlast í relevantar konti og lesast real-time minst 1 ferð um vikuna, helst dagliga.

Triðja fyritreytin er, at leiðarin hevur loyalan stuðul frá bæði undirordnaðum- og serliga yvirordnaðum myndugleikum. Hann má hava ráðgeving og kompetenta fakliga vegleiðing í hvussu, hann best kann stýra, fyri at uppfylla krøvini um t.d. sparingar. So vítt læknaráðið hevur skilt aktuellu støðu, manglaði hesin stuðul frá Almanna- og Heilsumálastýrinum. Sjúkrahúsleiðarin bleiv, so vítt Læknaráðið er informerað, konfronteraður við eitt indiskutabult krav um sparingar.

Fjórða og mest avgerandi fyriteytin fyri at kunna halda ein játtaðan fíggjarkarm er, at játtanin er realistisk, t.v.s. tað má kunna bera til at nøkta eftirspurningin eftir heilsuligum veitingum fyri tann játtaða peningin. Um tað ber til at reka Landssjúkrahúsið fyri tær játtaðu 232 mill kr., er tað eingin, sum veit. Hetta orsakað av áðurnevnda manglandi leiðslubygnaða og manglandi gjøgnumskygni.

Tó kann sláast fast, sum royndirnar gjøgnum árini prógva, at við tí økjandi aktiviteti, sum hevur verði gjøgnum árini, og við núverandi leysa strukturi, ber tað ikki til.

Tað er eitt vældokumenterað faktum, at aktiviteturin, t.v.s. talið av veitingum (innleggingar, ambulantar viðtalur, og aðrar veitingar eitt nú talið av laboratorie- og røntgenkanningum fyri primersektorin) er vaksið ár um ár. Eisini er kostnaðarstøði vaksi gjøgnum árini (lønir og prísir), nýggir viðgerðarhættir krevja bæði pening og starvsfólk og tørvurin á teknologi er í stórum vøkstri (aktuelli tørvurin fyri innkeypi og endurnýggjan av tólum er av læknaráðnum uppgjørt til í minsta lagi 25 mill. kr... Okkara ?tólkonto? er, sum er, 1,5 mill. kr.).

Læknaráðið metir, at við núverðandi (manglandi) strukturi og við støðugt økjandi aktiviteti og kostnaðarstøði, er játtanin til Landssjúkrahúsið ov lág.

Sum aktuelt dømi kann nevnast, at játtanin komandi ár til lønir dekkar ikki so mikið sum eina framskriving av fyrrverandi játtan (t. v. s. 183837 tkr + tey 6,36%, sum eru sáttmálasettu lønarhækkingarnar).

Læknaráðið á Landssjúkrahúsinum heitir á Føroya Landsstýrið, sum fyrsta stig, at fáa ein leiðslustruktur etableraðan á Landssjúkrahúsinum. Ikki fyrrenn tá verður gjørligt at gera eina heildarmeting av tørvinum fyri diagnostiskum, terapeutiskum og røktarligum aktiviteti og at gera neyvari kostnaðarmetingar av hesum virksemi.


Landssjúkrahúsið. 2000-01-20

Vegna Læknaráðið á Landssjúkrahúsinm

Heðin Thomsen, yvirlækni

Formaður