Rektarin í Hoydølum sigur, at lærararnir hava fingið eina skrivliga grundgeving í ávaringini, sum teir fingu í heyst.
Eg skrivaði sjálvur vegna Mentamálaráðið ávaringina, og í ávaringini var eisini grundgivið fyri, hví teir fingu ávaringina. Tí skilji eg ikki, at teir nú niðurleggja arbeiðið, tí teir onga grundgeving hava fingið, sigur Mads Winther.
Ávirkar ikki dagligdagin
Mads Winther sigur, at í einum skrivi, sum hann hevur fingið, hevur Yrkisfelagið boðað frá, at tað hevur kært málið til løgtingsins umboðsmann, men vísir annars á, at talan er um eitt mál millum Fíggjarmálaráðið/Mentamálaráðið og Yrkisfelagið.
Vit eru sum so ikki partur í málinum, og ósemjan fer ikki at raka dagligdagin her í Hoydølum. Tey, sum ganga í 2. HF fara undir at skriva høvuðsuppgávu fríggjadagin, og so er bert at vóna, at trupulleikin er loystur, tá ið uppgávurnar skulu rættast, sigur hann.
Sjálvur heldur Mads Winther ikki, at tað er nakar vandi fyri, at ósemjan, sum nú er íkomin, fer at seta próvtøkurnar í summar í vanda.
Fyribils ávirkar tað bert rætting av høvuðsuppgávunum hjá 2. HF, og so nakrar einstakar uppgávunevndir. Talan er um nevndirnar, ið taka sær av uppgávunum í lívfrøði, samfelagsfrøði, donskum stíli, støddfrøði C og føroyskum stíli, greiðir Mads Winther frá.