Lærararnir um verkætlanina:

bæði lærarar og skúlastjóri eru sera væl nøgdir við Go-cart verkætlanina

? Teir eru framvegis ikki heilt lidnir við bilarnar, men vit høvdu avgjørt, at kappkoyringin skuldi verða í dag. Men annar bilurin kann ikki skifta gear, og hin hevur eisini onkrar trupulleikar at stíðast við. Men næmingarnir hava arbeitt sera hart í alla nátt, at fáa teir koyriklárar.
Beinir Hansen, bildeildin

? Hóast dagurin í dag kanska mest er merktur av spæli, so hevur tað verið hart arbeiði allan vegin ígjøgnum. Lærlingarnir hava havt trupulleikar, sum teir hava loyst, og sum teir hava lært nógv av. Teir hava fingið eina vitan, sum teir fara at fáa góða nyttu av í framtíðini sum handverkarar.
Egon Øregaard, skúlastjóri

? Lærlingarnir hava tímað væl at arbeitt á henda hátt og teir hava verið ídnir. T.d. kann nevnast at allir næmingarnir komu í skúla í gjáramorgunin kl 8, og teir arbeiddu út í eitt líka til kl 6.30 í morgun. Tað sigur eitt sindur um áhugan at arbeiða við verkætlanini. Tú hevði í øllum førum ikki fingið teir at skrivað verða við ð í 22 1/2 tíma út i eitt...
Guttormur í Skála, maskindeildin