Lærir nóls­oy­ar­­konu­r um pen­ga­r

Í annaðkvøld verður fund­ur fyri kvinnur úti í Nólsoy har Søren L. Bruhn, stjóri í Suð­ur­oy­ar Spar­i­kassa, fer at greiða frá um fíggjar­við­ur­skifti.

Tað eru tær báðar nóls­oy­ar­kvinnurnar, Guðr­­un Sundar Han­sen og Katr­ina í Geil, sum skipa fyri. Tær eru ann­ars báðar til­flyt­ar­ar.
- Endamálið er at skipa fyri nøkrum til­tøk­u­m fyri kvinnur í Nóls­oy. Hetta er so fyrsta til­tak­ið, men vit ætla sjálv­andi eis­ini at skipa fyri onkr­um lætt­ari tiltaki á kvinnu­deg­num 8. mars, sigur Guðr­un S. Hansen.
Orsøkin til, at tað júst gjørdist Sør­en L. Bruhn og fíggj­ar­við­ur­skifti er, at hann sigst at duga sera væl at greiða frá, og at kon­u­fólk – sam­­bært Guðrun S. Han­s­en – ofta ikki gea sær so nógv far um fíggj­­ar­­vi­ð­­ur­­skifti.
- Hetta hevur einki við reyð­sokkarørsluna at gera, og Valkyrjurnar í Suðuroy eru í­blást­ur­in. Vit vilja bara sjóða kvinn­ur­nar í Nólsoy sam­an við hugnaligum til­tøkum, og tað er gald­andi fyri kvinnur í øll­um aldri, bæði til gaman og álvara, sig­ur Guðrun Sundar Hans­en.
Hetta fyrsta tiltakið, sum altso verður við Søren L. Bruhn, verð­ur í Petersens Pakk­húsi í ann­að­kvøld, hós­kvøld­ið, klokkan 19.30. Eftir fyril­esturin verður kjak við kaffi og køkum..