Føroyska alivinnan hevur verið hótt álvarsliga av laksalús seinastu tíðina, men nú sær munandi betri út. Tamarhald er júst nú á støðuni.
Myndugleikarnir hava hert krøvini til alararnar og kunngerðin krevur, at lýs verða taldar 14. Hvønn dag. Markavirðið er sett til í meðal 1,5 kvennlús. Verður farið upp um markið tríggjar ferðir á rað, verður álagt at drepa fiskin.
Í vikuni fekk alifyritøkan Luna ein sergjørdan flaka, sum MEST hevur bygt, til ein themrolicara. Hetta er ein skipan, sum ger av við lúsina við flógvum vatni. Laksurin verður viðgjørdur í vatni, sum er 30 stig heitt í 30 sekund.
- Í veruleikanum er hetta eitt amboð, sum kann brúkast, men vit vilja heldur basa lúsini við rognkelsum, sigur Bogi Jacobsen, Luna.
Hann sigur, at royndirnar, sum higartil eru gjørdar við at sleppa rognkelsum í aliringarnar eru so mikið góðar, at rognkelsini bæði halda lúsatalinum niðri og fáa tað at minka.
-Tað er eisini avgerandi, tá ið vit avlúsa, at vit handfara fiskin sum minst. Tað streingir hann. Tí eru rognkelsini ein góð loysn, meðan hin skipanin við flógvum vatni ella við laksinum í feskum vatni í nakrar tímar, ávirkar laksin meira, sigur hann.
Flakin, sum Mest hevur bygt til Luna, er gjørdur eftir ávísing frá alarunum sjálvum og leiðbeining frá teimum, sum gera pumpur og annað, sum verða nýttar í arbeiðnum.
Nýggi flakin er 25 ferðir 15 metrar til støddar.