Lítil arbeiðsbólkur kanna bústaðartørvin

Síðan fær bólkurin eisini álagt at kanna og koma við einum tilmæli um, hvat ið kann gerast til at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá føroyskum ungdómi í útbúgving, sigur Torbjørn Jacobsen

Katrin Dahl Jakobsen spurdi herfyri um menmtamálaráðharrin visti, hvussu stórur bústaðartørvurin er hjá teim lesandi, og Torbjørn Jacobsen, sigur í svarinum, at tað kemur valla óvart á nakran, at trupuilleikar av hesum slagi skuldu stinga seg upp, eftir sum gongdin hevur verið í samfelagnum hesi seinnu árini.

? Boomið í fólkavøkstrinum í Tórshavn og í miðstaðarøkinum annars hevur sjálvsagt havt tað við sær, at húsa- og leiguprísirnir eru hækkaðir, hetta er bara tað sama sum hendir aðrastaðni, har ið javnvágin ímillum útboð og eftirspurning skeiklast.

? Sum viðurskiftini nú eru vorðin, man tað ikki vera langt av leið, at eitt kjallarakamar í Havn kann hýrast fyri sama kostnað sum eini heil hús á Tvøroyri, í Klaksvík ella í Fuglafirði. Útjaðarapolitikkurin hjá samgonguni skal ikki skiljast sum ein roynd at lækka húsa- og leiguprísirnar í Havnini, men verður hetta ein avleiðing av útjaðarapolitikkinum, tá hava vit vunnið tvær flugur fyri slagið, sigur Torbjørn Jacobsen.


Altjóða Skrivstovan

Viðv. spurninginum um vandan við at verða tvungin út á privata marknaðin og kanska eisini flyta av landinum, sigur mentamálaráðharrin, at tað sær út til at Danmørkin er spyrjarans Mekka, hvat ið viðvíkur útbúgvingum.

? Í fyrsta lagi er tað ætlan samgongunar at broyta hesi viðurskifti, og vænta vit at Altjóða Skrivstovan, ið er undir uppsigling, fer at menna altjóðagerðina av okkara ungdómi munandi,. Í øðrum lagi ljóðar tað ikki betri enn væl frá bústaðarmøguleikunum í Danmark heldur, so orsøkin til at draga hendan møguleikan fram sum eina oasu, úr sosialdemokratiska hugarenslinum, er ring at fáa eyga á, sigur Torbjørn Jacobsen.


Lítlan arbeiðsbólk

Viðv. spourninginum um at bøta um viðuskiftini, sigur mentamálaráðharrin, at hann ætlar sær at seta ein lítlan arbeiðsbólk, ið fær sum arbeiðssetning at staðfesta, hvussu stórur tann aktuelli tørvurin er.

? Síðan fær bólkurin eisini álagt at finna útav og at koma við einum tilmæli um, hvat ið kann gerast til at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá føroyskum ungdómi í útbúgving. Henda kanning skal fevna um alt landið, eisini fyri at finna útav, hvussu møguleikarnir verða hjá framtíðarnæmingum, ið skulu húsast har ið útbúgvingarstovnar eru og í framtíðini verða lagdir av nýggjum úti um landið, svarar Torbjørn Jacobsen m.a.

Annars verður upplýst í svarinum, at Næmingaheimið undir Fjalli hevur 36 búpláss, Studentaskúlaheimið á Berjabrekku 16 búpláss, Búdeildin á Føroya Studentaskúla 12 búpláss og Skúlaheimið við Marknagilsvegin 90 búpláss.