Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt fram uppskot um at dagføra inntøkumørkini í skattastiganum samsvarandi prísvøkstrinum. Uppskotið fer longu næsta ár at lætta um skattabyrðuna hjá skattaborgarum í Føroyum, sigur Sjálsvstýrisflokkurin
- Upprunaliga hevði landsskattaskipanin ein stóran botnfrádrátt og inntøkumørk, ið tryggjaðu greiðan og rættvísan progressivtitet. Men dýrtíðin hevur merkt, at allar inntøkur hjá verkfólki, útróðrarmonnum og fólki við miðal útbúgving, sum frá líður, koma undir toppskatt. Nýbrotið í uppskotinum hjá Sjálvstýrisflokkinum er, at nú fara inntøkumørkini í skattastiganum at verða dagførd samsvarandi prísvøkstrinum, siga tingmenninir hjá Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard & Kári á Rógvi.
Viíðari siga teir, at við at dagføra botnfrádráttin og mørkini verður longu næsta ár lætt um skattabyrðuna hjá føroysku familjunum, og føroyingar uttanlands fáa greitt at vita, at skattabyrðan í Føroyum ikki økist sníkjandi við inflatiónini. Heldur verður skatturin tálmaður og fer tað at økja um virkishugin og hugin hjá fólki at flyta heimaftur til Føroya.
Broytingin verður gjørd á tann hátt, at inntøkumarkið í skattastiganum, sum eftir samtyktini hjá CHE samgonguni skal verða kr. 270.000 frá 1. januar 2009, verður lækkað aftur til kr. 250.000. Síðan verður prístalsjavnan ásett.
Fyri allar inntøkur merkir uppskotið, at ætlaða skattahækkingin næsta ár verður strikað, og ávísur skattalætti fæst samsvarandi prísvøkstrinum.