Lív Næs við nýggjum bólki

Í morgun spældi Lív Næs saman við nýggja bólki síni Lív and the Zoo beinleiðis á Rás2.

 

Hetta var einans aðru ferð, at bólkurin hjá Lív Næs framførdi. Fyrstu ferð var á Sandi um vikuskiftið.

Næstu ferð Lív Næs og hennara bólkur trína á pall, verður í Norðurlandahúsinum 11. Juli.

Í bólkinum eru Anna Maria Wrae, Jenny Jónsdóttir Kragesteen og Maibritt H. Johansen. Lív Næs sigur við Rás2, at hóast bólkurin í dag bara telur kvinnur, so vera tað helst eisini menn at síggja í bólkinum í summar, tá ið Lív and the Zoo fara at framføra ring landið í summar.

Løgini, sum bólkurin framførur eru í høvuðsheitinum løg hjá Lív Næs. Hon hevur sjálv skrivað flestu tekstir og løg, men eisini nýtur hon ymsar yrkingar hjá øðrum, sum hon síðani leggur løg til.