Seinni partur
»Elskaður veri tann, ið hevur lús
tann, ið gongur í holutum skóm regndagar
tann, ið vakir við tveimum tennstikkum yvir líki av einum breyði,
tann, ið fær fingurin millum hurðina,
tann, ið ongan føðingardag hevur,
tann, ið hevur mist skugga sín í einum eldsbruna,«
Kalle vendir sær til trúnna og vitjar eina kirkju fyri at royna at loysa upp fyri stóru sorg síni, men presturin skilir hann ikki og tosar bert um, at hann ikki fær selt hús síni. Hin feiti Kalle stendur mitt á kirkjugólvinum kolasvartur í sóti frá niðurbrenda handili sínum og grátandi sigur hann:
? tað er ikki lætt at vera menniskja!
Eitt slíkt brot er í sjálvum sær eitt listarverk.
Filmurin snýr seg um eina tíð, har fólk hava mist trúnna uppá nærum alt. Fólk hava mist trúnna uppá seg sjálvi, evni síni og møguleikan at forma síni egnu livikor. Stakkals feiti smáborgarin Kalle missir trúnna uppá alt og endar við at keypa sær ein stóran kross við tí krossefesta Jesusi, tí ein handilsmaður til eina sølustevnu sigur honum, at slíkir krossar fara at selja væl í framtíðini. Sjálvandi er tað eisini føðingardagurin hjá Jesusi, tað er hann, ið gerst 2000 ár. Trúgvin er enn ein handilsvøra. Jesus ein persónur, tú kanst tjena pening uppá.
Kalle og handilsmaðurin vilja tjena pening uppá Guð. Somuleiðis vitja tey deyðu Kalle og kæra honum sína neyð, men hann ynskir tey bert burtur. Serliga er tað Sven, ið er ein deyður starvsfelagi, ið Kalle hevur snýtt fyri 287.000 krónur, ið hann ysnkir langt burt. Kalle hevur ta lívsfilsofi, at marknaðurin er alt:
»Lívið er ein marknaður, so einkult er tað. Tað er um at keypa okkurt, gjørligt er at selja við einum ekstra nulli«.
Hetta endurtekur Kalle gjøgnum allan filmin. Hetta gongur út yvir alt, bæði trúgv og mentanina. Á sinnissjúkrahúsinum sigur Kalli við sjúka sonin, at einki nyttar at skriva yrkingar, hetta at lívið er ein marknaður, hava øll í heiminum skilt uttan hann.
Seinni møta við seljarinum á einum ruskplássi, har hann blakar smáar og stórar krossar burtur, tí sjálvt hann hevur mist trúnna uppá, at slíkir krossar kunnu seljast longur. Og tá hann koyrir burtur í bilinum, koyrir hann á ein kross ? eftir stendur Kalle. Tað er torført ikki at síggja hetta brotið sum umboð fyri reina ateismu.
Tey deyðu koma fram aftur. Menniskju sum Kalle vilja ikki loyva sær at vera opin fyri teim deyðu, og hetta er tað syrgiliga, tí postivi boðskapurin er, at tey deyðu kanska eru meiri livandi enn tey, ið liva. So absurd tað ljóðar er boðskapurin møguliga, at tey deyðu kunnu vísa vegin, men hetta krevur, at menniskjað aftur torir at trúgva upp á lív aftan á deyðan. Tá menniskja torir hetta, fer tað aftur at tora at trúgva uppá seg sjálvt. Men hetta er bert ein møguleiki, ein møgueliki, ið fólk sum Kalle ikki tora at rúma.
Gjøgnum allan filmin eskalerar alt, kreppan er allarstaðir, og bilarnir standa í stað. Tað tekur tímar at koyra eini 100 metrar. Alt økist í ferð, og tað kenst sum um menniskjuni eru umborð á eini søkkandi skútu. Alt og øll eru á ferð, í eini rørslu og eini leitan eftir eini meining ella einum máta at liva og yvirliva uppá. Ein ferð fylt við iva, meðan tíðin gongur og gerst alt knappari. Vit møta nógvum fólki í ymiskum umhvørvi, sum ikki altíð hava nakað við hvørt annað at gera.
Á eini jarnbreytarstøð hevur ein maður fingið hondina kleimda í millum hurðina á tokinum. Øll rundan um hann hyggja bert, og eingin tykist at vilja gera nakað við hetta. Kalle kemur framvið við einum stórum krossi, men aftan á hann kemur Sven. Sven er deyður, hann tók lívið av sær, og nú fylgir hann eftir Kalla.
Roy Andersson vil, sum allir góðir listamenn, royna at skilja, hvat menniskjað er ella kann vera. Tað er menniskjað sum fyribrigdi og skabningur undir ymiskum samfelagsviðurskiftum, ið er høvuðspersónurin í filminum. Filmurin vil royna at seta nakrar myndir fram av okkara virðum. Hetta ger sjálvandi filmin rættuliga torføran, men hetta verður javnvigað av, at filmurin er so sjúkliga stuttligur. Tað groteska og tragiska minnir nógv um tað tragikomiska, og tað tragikomiska er mangan eitt støði undir góðari list.
Elskaður veri
tann, ið er svangur og tystur, men hvørki hevur
hungur til at sløkkja tosta sín
ella tosta til at metta hungur sín
Er tað synd í menniskjanum?
Hvat kann meniskja gera við skuldina. Tá Kalle møtir Sven, sær Kalle, at hann ikki kann gjalda skuld sína, og Sven svarar honum róliga:
? Nei, til mín verður tað torført at gjalda nakra skuld
Sven er jú deyður, men tað liggur meiri í hesum.
Tyski og ísraelski kristni moralfilosoffurin, Martin Buber (1878-1965) verður citeraður í bókini hjá Roy Andersson:
? Vår tids radsla for allvar, fyri at siga, at:
? Eksistensiel skuldarkensla framkemur í heiminum, tá onkur ger seg inn á ein menniskjaligan ordan, sum hann sjálvur innast í sjálvum sær kennur og viðurkennur sum eitt støði undir sínum egna eksistensi og sum støði undir eksistensinum hjá einum og hvørjum menniskja?.
Kristna eksistensialistiska hugsjónin hjá Buber stendur fyri at berast kann í bøtuflaka fyri felags eksistensiella skuld, og at henda bót kann lekja óendaliga nógv onnur støð, enn har sárið í heiminum er uppstaðið. Buber sigur í høvuðsverkinum ?Ich und Du? frá 1923, at menniskjans tilvera finst í forholdinum millum spurningar og svar og í forholdinum millum okkum sjálvi og hini. Menniskjað verður til sum menniskjað, »eg« í viðurkskiftinum til eitt »tú«. Menniskjað eisini verður spurt av einum ?ævigum tú? (Guð) og gjøgnum gerðir sínar kann menniskjað svara upp á spurningin við at taka ábyrgd fyri egnari lagnu ? hetta er at svara fyri seg.
Kalle hevur brotið seg inn á sítt egna »eg« við at traðka á »hini«. Hetta ger, at hann er um at missa sítt »eg«, tí hann kann, sum sjálv tíðin og menniskjuni, ikki svara fyri seg. Tá Sven sigur, at tað gerst torført at gjalda aftur, er tað í tí støðuni Sven, sum er tað »tú«. Sven er deyður, og samfelagið um at upploysast og doyggja, tí vónin, trúgvin og framtíðin er horvin. Tað Sven meinar er, at Kalle hevur mist seg sjálvan, tí at hann er partur av tíðini, henda tíðin uttan sál, vón og framtíð.
Er postmodernaða menniskja friðhalgað?
Elskaður veri tann, ið arbeiðir pr. dag, pr. mánað, pr. tíma,
tann, ið sveittar av skuldarkenslum ella av skom,
tann, ið á handsins rødd fer í biografin,
tann, ið skal gjalda við tí hann ikki hevur,
tann, ið svevur á rygginum
Temaið í filminum er eisini um menniskjans integritet ? ella um menniskjað er friðhalgað. Spurningurin er, um vit kunnu gerast so ólukkulig og koma so langt út, at vit byrja at gera okkum inn á einstaklingin? Tað er henda vitan og henda trúgv, ið er tað ?lím?, ið skuldi hildið einum samfelag saman. Tað er hesin tankin, ið hevur verið aðaltankin í okkara sivilisitatión og mentan. Og filmurin fer langt í at vísa, at menniskjað kann koma har út, har tað ikki longur trýr uppá menniskjans virði. Í einum brotið verður ein lítil fitt smágenta ofrað, sum eitt annað offurlamb, av embætismonnum, generalum og øllum landsins høgu myndugleikum, fyri at støðga hesum óskilinum, men hetta hjálpir heldur ikki.
Aftaná sita hesi fínu politikarir, generalar og sjálv kongafamilian á eini fínari hotelbar og drekka seg skít, onkur spýr á bardiskin og á seg sjálvan, meðan ongin sigur nakað. Einki er at siga, alt er sagt og roynt. Hesir valdssvín og geldu teknokratar hava roynt alt, entá at ofra humanismuna, fyri enn einaferð at fáa rotna samfelagið at livna aftur. Hetta hjálpti ikki, tí í teirra egna svørtu hjørtum liggur skuldin og eins og Kalli duga tey ikki at skapa javnvág aftur í heimin. Áhugaverdi spurningurin er eisini um Vesturlenska samfelagið kann fella aftur til eina so óvitandi primitivismu og yvirtrúgv, sum tað er at ofra eitt óskyldugt barn? Barnið í filminum umboðar framtíðina, og við at ofra barnið, missir menniskja seinasta skansan í lívinum og sjálvt grundarlagið, ið er vitanin um, at menniskjað er friðhalgað.
Tá barnið doyr, tá doyr vónin um framtíðina eisini. Í filminum eru allar stórar og góðar søgur burtur, trúgv, kærleikin og vónin eru burtur. Tað finst ongin trúgv uppá stórar og meiningsgevandi samfelagsligar frágreiðingar longur. Eingin tekur sær av øðrum enn sær sjálvum og henda anarkistiska individualisman er endað í eini nýggjari primitivari hugsan. Ein heimur uttan trúgv, uttan Guð er eisini uttan vón og meining. Bæði menniskjans trúgv upp á seg sjálan og Guð endar á ruskdunganum, og vónin sveimar nærum í leysari luft.
Roy Anderssonsa dystopi, ella dapra framtíðarmynd kemst av at menniskjað ikki veit, hvat tað er longur, ella hvat tað skal gera, og tí dettur samfelagið og lívið hjá einstaklinginum sundur. Tað Roy Andersson vil vísa á er, at hitt sokallaða postmodernaða menniskja einki hevur at liva fyri. Við at vísa hetta fær hann eisini sagt, at hetta ikki eigur at vera soleiðis. Allar daprar myndir rópa ímóti vindinum og gera nógv fyri at støðga tíðarandanum. Hann skrivar menningina eini 10-20 ár fram í tíðina fyri at blæsa í ein ávaringarlúður. Meiningin við at gera ein dapran film er at loyva vónini og dreymunum út um rimarnar á okkara veruleika á gáttini til 21. øld.
Roy Andersson hevur í hesum filminum stóra flogið, sum einans veruliga stórir leikstjórar annars hava ? ella autørar, sum teir eita á filmvísundamálið, ið eru hesir filmleikstjórar, ið bæði skriva og leikstjórna sínar egnu filmir. Hann er í hesum filmi eins kompromileysur sum stórir instruktørar sum Ingmar Bergmann, Carl Theodor Dreyer, Akira Kurosawa, Andrei Tarkovsky, Federico Fellini og Krzysztof Kieslowski.
»Sånger från andra våningen« er meiri enn stór svensk filmslist, hetta er alheims filmlist, ein filmur, ið vónandi skjótt kann keypast á video og fer at vera ein klassikari innan filmlistina.
»Elskað verið barnið, sum dettur og grætur enn
og maðurin, ið er dottin og ikki grætur meiri!
Ak, so nógv! Ak, so lítið. Neyðars armingar!«