Lívsins træ

Richard Schwartson

Vit minnast óiva tekningina av lívsíns træi í samband við menningarlæru Darwins frá barnaskúlanum.
David Berlinski
?Á sín mest einfalda hátt verður upprunin til lívið sambart menningarlæru Darwins avmyndað sum eitt træ, har menniskjað situr á ovasta grein; síðan ?anastomiserar? menniskjað við hár, húð og gørnum til eitt skriðdýr longur niðri á bulinum, sum aftur verður til eitt froskdýr, og longur niður til ein fisk, og soleiðis heldur familjubandið fram niðureftir - okkara cosa nostra - allan vegin niður eftur buli lívsins, til vit koma til eina einstaka heilt einastandandi kyknu, sum í sínum samanballaðu kromosomum goymir søguna um allar framtíðar livandi verur.? Soleiðis málber amerikanski støddfrøðingurin David Berlinski seg í ?The Deniable Darwin?.
Berlinski sigur víðari: ?Myndin av lívsins træi sambart menningarlæruna er í mínari verð tað reina møsn. Tær tøttu greinarnar við tjúkkum leyvi er en hugsunnarbygningur, sum lýsir eina hypotesu um at alt livandi stavar aftur frá einum felags uppruna, eini felags frumkyknu.?
Arvaeginleikar frá grannum
Í dag vita vit frá nýggjastu granskingini innan mikrobiologi, at arvaeginleikar hjá m.a. bakterium sum flytast horisontalt, og ikki bara vertikalt. Stórir partar av genominum hjá einum ávísum slagi koma ikki frá forfedrum, men frá grannunum gjøgnum tað sum verður rópt ?horizontal gene transfer? (?horizontal flytan av genum?).
Sambandið millum ymsu sløgini kann tí ikki longur greinast í eitt ?lívins træ?, tí bara ein partur av arvaeginleikunum stava frá fornum forfedrasløgum. Hvør ílega (gen) í DNA?num hjá einum ávísum slagi sum var komið við ?horizontal gene transfer?, hevur sína egnu ættarsøgu, av tí at tað kemur frá einum øðrum grannaslagi í einum ávísum ættarliði.
Granskarin W.F. Doolittle sigur soleiðis í vísindaliga tíðarritinum Science í 1999: ?Um ymiskar ílegur hava ymisk ættartrø, og tað er ongin orsøk at avnokta hesa áskoðan, so kann eitt slag (ella ?fylum?) hoyra til fleiri ríki (?genera?) samstundis: Í veruleikanum finst onki altumfatandi fylogenetiskt træ grundað á eina skipan av ílegum.? Sambært sama Doolittle er tað ósannlíkt, at tað finst ein ?felags upprunakykna?, soleiðis sum tað ofta verður ført fram í lærubókum í mennigarlæru, men at tað heldur er talan um at kyknur mentust ymsastaðni til til ymsar tíðir. Tískil er upprunaliga ástøði Darwin?s um eitt felags ættartræ (?vertikal ættargreining?) ikki í samsvar við nútíðar gransking, og ástøði kann ikki greiða frá samansetta upprunanum til ílegur. Kanska skulu vit ikki lasta Darwin, við tí avmarkaðu vitan, ið var til taks tá á døgum. Tað sama kann ikki sigast um tey, sum ganga í fótasporum Darwin?s, uttan at líta at prógvunum seinastu 20 árini, sum avsanna tað, tey hava lært.
Junk DNA
Longu áðrenn verkætlanin Human Genome Project byrjaði varð greitt, at meginparturin av genominum ikki kotaði fyri eggjahvítaevnum. Hildið var, at bara umleið 2% av menniskja-liga genominum - sum er sett saman av umleið 3 milliardum basupørum - vóru hildið at vera í ílegum. Restin varð rópt ?junk DNA? (ónýtiligt DNA), og hevði ongan týdning, uttan at skilja millum partarnar á DNA?num, sum kota fyri eggjahvítaevni. Um eitt petti av DNA ikki er partur av eini ílegu, ið kotar fyri ávíst eggjahvítaevni, so hevur tað ongan týdning fyri nátúrliga útveljing, sambært darwinistiskum hugsunarhátti. Hetta DNA petti vildi verið fjalt fyri virkanini av mutasjónum, rekombinatiónum og nátúrligari útveljing, tí tað ongan týdning hevði fyri virkan-ina av veruni, og harvið eini menning av veruni. Í staðin vildi hetta DNA pettið verið ávirka av jøvnum tilvildarligum mutasjónum sum samanblandað eina møguliga kotu, sum einaferð var til staðar.
Vísindaligar royndir hava staðfest, at stórir partar teimum pørtunum av genominum, sum ikki kota fyri protein, hava avgerandi týdning fyri menningina og livivánirnar hjá einum menniskjað. Fyri nýliga stóð hetta at lesa í einum vísindaligum tíðarriti: ? Við at granska genomið er vorðið greitt, at tess meiri samansett ein vera er, tess minni týdning hevur tann parturin av genominum, sum kotar fyri eggjahvítaevnum.? (M. Szymanski et al., Genome Biology 3,2002). Tað er sostatt greitt, at teir partarnir av DNA, sum kota fyri eggjahvítaevni, hava avgerandi leiklut í hvussu ein samansett vera virkar.
Lesa DNA og skriva RNA
Tað er greitt, at sambandið og samskiftið millum ílegur, og hvussu ílegur verða stýrdar til at framleiða eggjahvítaevni, er nógv meiri samansett, enn fyrr varð hildið. Tað er ikki bara ein spurningur um at kotan, sum liggur í eini ílegu (DNA), verður avlisin og avskrivað (transkripsjón) til messenger RNA (mRNA), sum síðan verður umsett (translasjón) til aminosýrur og eggjahvíta-evni. Hinvegin eru tað fleiri ílegur, sum kota fyri stýrandi faktorum, sum avgera, um eitt eggjahvítaevni skal verða framleitt ella ikki. Stýringin í kyknunum minnir mest um gongdina í framleiðsluna av evnum í kemiska verksmiðju, har ymsar stýringar virka antin fremjandi ella avmarkandi. Í kyknunum er talan um samansettar gongdir, sum eru so mikið samansettar og bundnar hvør at aðrari, at nógv halda, at hetta er úrslitið av ?Intelligent Design?, at ein intelligensur stendur aftanfyri.
Evolusjónin er sambært menningarlæruna ein gongd, ið fevnir yvir 4 milliardir ár. Hon er ikki eygleidd. Tað farna er farið, har alt tað sum farið er, fer. Framtíðin er ikki komin enn. Nútíðin opinberar bara tíðarinnar tonn: steinrenningar og samanberandi kropsbygnað (komparativ anatomi), lívvirki (fysiologi) og lívevnafrøði (biokemi) í ymiskum livandi verum og skapningum. Eins og øll onnur vísindalig ástøði, so liggur darwinisman við endan á eini rás, har seinasta stig er tikið úr fótasporunum frammanundan.
Charles Darwin - sum tók fyrsta stigið á evolusjónsrásini - skrivar í? On the Origin of Species?: ?At halda at eitt so fullkomið gøgn sum eygað er vorðið til við nátúrligari útveljing, kann fáa tað at sløra fyri einum.?
Vit áttu at tikið orð Darwins til eftirtektar eisini í dag.