Ælabogin 85.900 krónur ríkari í dag

Í dag hevur orkestrið hjá teimum menningartarnaðu havt tiltak í SMS, har tey høvdu tombola og har málningar vórðu seldir á uppboði og tey fingu stórfingna undirtøku Í Ælaboganum, sum er orkestrið hjá teimum menningartarnaðu, eru tey ógvuliga fegin í kvøld.

Í dag hava tey havt stórt tiltak í SMS í Havn, har tey høvdu tombola og har listarverk hjá kendum og viðurkendum listarfólkum, vórðu seld á uppboði.

Ágóðin av tombola spælinum bleiv 18.207 krónur í dag og úrtøkan av uppboðssøluni gjørdust ikki minni enn 67.700 krónur. Tilsamans vóru 23 listarverk seld og tað dýrasta var ein málningur hjá Sámal Toftenes, sum fór fyri 7000 krónur.

Í hesum sambandi var eisini ein málningur seldur á uppboði á Rás2 fyrr í vikuni. Tað var ein málningur, sum Anrgerð Joensen hevði málað og har fall hamarin á 5.600 krónum.

Sostatt gjørdust í Ælaboganum 85.907 krónur ríkari í dag og tað eru tey ómetaliga fegin um.

Og sum rosinan í pylsuendanum, fingu tey eisini heilsa upp á Lindu Andrews, sum var komin framvið og tey nýttu sjálvandi høvi til at fáa eina mynd av teimum, saman við Lindu.

- Hon varð móttikin við opnum ørmum og tað gjørdi sanniliga ikki dagin verri, siga tey.

Endamálið við tiltakinum er at savna pening til luttøku á tónleikastevnu í Lillehammer í Noregi í summar.

Stevnan er ætlað orkestrum, hvørs endamál er at geva fólki við menningartarni við áhuga í tónleiki og tess leiðarum, møguleika at dyrka sín áhuga og fáa íblástur.

Listafólkini, ið stuðlaðu við listarverkum, vóru:

Katrin Wardum

Kári Svensson

Hilmar J. Højgaard

Eyðun av Reyni

Zacharias Heinesen

Eli Smith

Frits Johannesen

Hergerð Joensen

Durita Dam

Edith Mørkøre

Sámal Toftenes

Elin Nora Reines

Lydia Petersen

Sigga Petersen

Absalon Absalonsen

Arnhold Vegghamar

Heðin Kambsdal

Jórunn Dánialsdóttir

Arngerð Joensen

Emma Heinesen

John Reynbú

Tróndur Patursson