Ælabogin 85.900 krónur ríkari leygardagin

Leygardagin hevði orkestrið hjá teimum menningartarnaðu tiltak í SMS, har tey høvdu tombola og har málningar vórðu seldir á uppboði og tey fingu stórfingna undirtøku

Í Ælaboganum, sum er orkestrið hjá teimum menningartarnaðu, eru tey ógvuliga fegin í kvøld.

Í dag hava tey havt stórt tiltak í SMS í Havn, har tey høvdu tombola og har listarverk hjá ymsum kendum og viðurkendum listarfólkum, vórðu seld á uppboði.

Ágóðin av tombola spælinum bleiv 18.207 krónur og úrtøkan av uppboðssøluni gjørdust ikki minni enn 67.700 krónur.

Tilsamans vóru 23 listarverk seld og tað dýrasta var ein málningur hjá Sámal Toftenes, sum fór fyri 7000 krónur.

Í hesum sambandi var eisini ein málningur seldur á uppboði á Rás2 í farnu viku. Tað var ein málningur, sum Anrgerð Joensen hevði málað og har fall hamarin á 5.600 krónum.

Sostatt gjørdust í Ælaboganum 85.907 krónur ríkari leygardagin og tað eru tey ómetaliga fegin um.

Og sum rosinan í pylsuendanum, fingu tey eisini heilsa upp á Lindu Andrews, sum var komin framvið í SMS-men í heilt øðrum ørindum.

- Hon varð móttikin við opnum ørmum og tað gjørdi sanniliga ikki dagin verri, siga tey.

Endamálið við tiltakinum er at savna pening til luttøku á tónleikastevnu í Lillehammer í Noregi í summar.

Stevnan er ætlað orkestrum, hvørs endamál er at geva fólki við menningartarni við áhuga í tónleiki og tess leiðarum, møguleika at dyrka sín áhuga og fáa íblástur.

Listafólkini, ið stuðlaðu við listarverkum, vóru: Katrin Wardum, Kári Svensson, Hilmar J. Højgaard, Eyðun av Reyni, Zacharias Heinesen, Eli Smith, Frits Johannesen, Hergerð Joensen, Durita Dam, Edith Mørkøre, Sámal Toftenes, Elin Nora Reines, Lydia Petersen, Sigga Petersen, Absalon Absalonsen, Arnhold Vegghamar, Heðin Kambsdal, Jórunn Dánialsdóttir, Arngerð Joensen, Emma Heinesen, John Reynbú og Tróndur Patursson