Ælabogin er eitt orkestur við menningartarnaðum, sum hava spælt saman tey síðstu 4 árini. Leiðarar eru Annika Højgaard og Brandur Øssurson, og á ferðini til Noregs er Eirikur Skála eisini við. Hetta orkestrið byrjaði, tá eitt hornorkestur við menningar-tarnaðum úr Lillehammer í Noregi var her á vitjan á vári í 1998.
Síðan tá hevur verið spælt í Skansastovu hvønn hósdag seinnapart, og hevur uppmøtingin til venjingarnar verið sera góð. Orkestrið hevur eisini ment seg, soleiðis at í dag eru 16 spælarar.
Orkestrið hevur eisini havt fleiri framførslur t.d. undan jólum hevur verið spælt á verkstaðnum Vón og til veitsluna hjá ÍSB, og so eisini til ymisk høvi hjá Javna. Eisini spældi orkestrið til 10-ára haldið hjá MBF, og í fjør var Ælabogin við á hornorkesturstevnuni í Norðurlandahúsinum, sum GHM skipaði fyri.
Treffið, ið orkestrið skal til, er 2. hvørt ár í Noregi. Í Noregi eru 6 »Specialorkestur«, sum hittast, og hava tey í ár boðið Ælaboganum at vera við. Í ár verður treffið í Tróndheimi leygardagin 14. juni, og vera har uml. 300 tónleikarar. Byrjað verður við skrúðgongu gjøgnum býin, og síðan verður spælt á ymsum støðum í býnum. Um kvøldið verður so stór veitsla.
Ferðalagið, sum fer við Norrønu mánamorgunin, telur 24 fólk, herav eru 13 tónleikarar. Bussur verður við úr Føroyum, ið skal koyra tey til Tróndheims. Gist verður í Lerdal fyrstu náttina og so í Dombås til fríggjadagin, tá farið verður til Tróndheims. Har skulu vit búgva á Scandic Hotel Recistence, sum liggur mitt í býnum. Í Tróndheimi vera ymisk áhugaverd støð vitjað. Men mest gleða tey seg til, at vera saman við hinum orkestrunum, ið koma til Tróndheims.
Fyri at kunna fara hesa ferðina, hava vit fingið stuðul ymsa staðni. Stuðlarnir eru Jólamerkjagrunnurin, felagið Javni, Lions Club Tórshavn, Føroya Lívstrygging, Smyril Line, Føroya Sparikassi, Norðoya Sparikassi, og kommunurnar í Tórshavn, Svínoy, Viðareiði, Klaksvík, Fuglafirði og Vestmanna. Eisini hava tónleikararnir goldið ein part. Orkestrið er sera takksamt fyri henda stuðulin, tí uttan hann hevði henda ferðin ikki verið møgulig.
Tónleikararnir í Ælaboganum gleða seg sera nógv til túrin, og eisini til at ferðast saman við øðrum góðum tónleikarum á harmonikutúrinum hjá Norrønu til Bergens. Her verður helst eisini møguleiki at sleppa at spæla umborð.