Lærarastovan í Filmsfelagnum

Tá ein skúlanæmingur, ið er av turkiskari ætt, verður skuldsetur fyri umfatandi stuldur á skúlanum, setir Carla sær fyri at kanna málið.

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja týska filmin ”Das Lehrerzimmer”, sum hevur vunnið fleiri týskar og altjóða virðislønir.

 

Í filminum síggja vit ”Babylon Berlin” stjørnuna, Leonie Benesch, sum er hugsjónarligi lærarin, Carla.

 

Tá ein skúlanæmingur, ið er av turkiskari ætt, verður skuldsetur fyri umfatandi stuldur á skúlanum, setir Carla sær fyri at kanna málið. Við myndatóli í telduni koma tey eftir, at tað er eingin annar enn skrivarin Friederikke. Henda avdúking elvir til eina tvístøðu, sum fær stórar avleiðingar.

 

Filmurin bygir á handrit, ið leikstjórin Ilker Çatak hevur skrivað saman við Johannes Dunckers, sum í veruleikanum hevur verið fyri lýstu hendingunum á sama skúla.

 

Filmsfelagið 29/11 kl 20:00 Lærarastovan (Das Lehrerzimmer, Ilker Çatak Týskland 2023 98 min).

 

##med2##

 

##med3##