- Jú, eg ætli mær at gerast liðugur og fáa sveinabrævið sum húsasmiður til heystar. Skjótt fer tingið í summarfrí, og eg fari at royna at finna út av, hvussu læran kann samskipast við tingarbeiðið.
Tað sigur Kristian Krog Hentze, lærlingur og løgtingsmaður.
24 ára gamli, Kristian Krog Hentze á Sandi, sum í dag er løgtingsmaður, lærir til húsasmið í fyritøkuni hjá Mads Hentze, timburmeistara á Sandi.
Her hevur hann lært í stívliga hálvt fjórða ár.
Í juni verður hann liðugur við skúlan, og tá skal hann eisini gera sveinastykkið. Síðan skal hann arbeiða eina tíð aftrat, og gongst alt væl, fær hann sveinabræv sum húsasmiður í oktober.
Kristian Krog Hentze, sum var 23 ára gamal, tá hann læt seg stilla upp og fekk 297 atkvøður á løgtingsvalinum hin 26. mars í ár, hevur unnustu í Fuglafirði, sum er Gunnvá Vang.
##med2##
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er ein størri samrøða við nýggja løgtingsmannin.












