Lagnudystur á Skála

Hondbóltur: Dysturin í morgin millum StÍF og H71 hevur stóran týdning fyri bæði liðini. Og vestmenningar fara eisini at fylgja væl við í, hvat hendir á Skála

Í morgin, sunnudagin, spæla StÍF og H71 í høllini á Skála, og hetta má sigast at vera eitt slag av lagnudysti fyri bæði liðini. StÍF er bert eitt stig aftan fyri oddaliðið VÍF, og tvey stig aftan fyri StÍF kemur H71.

VÍF spælir móti Neistanum og er stórfavorittur til at vinna tann dystin, so tað er av alstórum týdningi fyri strandingar at vinna dystin í morgin, um teir skulu halda fast í vónini um at vinna fyrsta FM-heitið til felagið síðani 1945. StÍF vann FM-kappingina hjá monnum trý tey fyrstu árini (1943-45), men hevur ikki vunnið hana síðani. Strandingar hava eitt gott lið í ár, og Jónleif Sólsker er leiðarin, teir leingi hava saknað á Skála.

H71 kom sum eitt skot upp í toppin av føroyskum hondbólti, og liðið hjá teimum í ár er enn betri enn tað, teir høvdu í fjør. Men sum ikki eina ferð tykist VÍF framvegis at hava sterkasta liðið, og um H71 vinnur á StÍF í morgin, stendur sera væl til hjá vestmenningum.

Í dystinum móti Neistanum mikukvøldið spældi H71 uttan Halgir Dahl-Olesen, sum er skaddur í økslini. So er spurningurin, um hann verður við í morgin, ella um hoyvíkingar goyma hann til steypafinaluna um eina viku.

Steypafinalan verður móti Kyndli, sum í morgin spælir í Havn móti KÍF. Kyndlamenn hava spælt tríggjar dystir í endaspælinum og tapt teir allar. Hesir dystirnir hava verið móti teimum trimum liðunum, sum liggja oman fyri teir á stigatalvuni. KÍF er hinvegin á 5. plássi, trý stig aftan fyri Kyndil, sum hevur seks stig.


Toppur móti botni

Hjá kvinnunum vann StÍF seinasta vikuskifti á VB og helt sostatt fast um sína oddastøðu. Í dag kemur GÍ at vitja á Skála, og her eiga strandakvinnur á pappírinum at fáa tvey stig afturat. Hetta er næsti av trimum heimadystum á rað hjá StÍF. Tann triði er móti Stjørnuni um tvær vikur.

Bæði Neistin og Kyndil elta StÍF. Longu í dag spælir Kyndil í Havn móti VB, meðan Neistin í morgin skal til Klaksvíkar at taka dystin upp móti Stjørnuni. Eisini í hesum báðum dystunum er talan um eitt oddalið móti einum botnliði, og higartil í kappingini hevur tað verið sera torført hjá botnliðunum at taka stig frá oddaliðunum.

Sunnudagin 22. februar spæla Neistin og Kyndil í Havn, og eftir tann dystin kann støðan hjá StÍF á stigatalvuni síggja enn betri út.