Lagnudystur í Parkini

Leygardagin verður ein sannur lagnudystur á NRGi Park í Århus í EM-undankappingarbólki F.

Her tekur Danmark ímóti Spania, og setningurin hjá dønum er greiður undan dystinum. Um teir ætla sær víðari til EM-endaspælið, so skal hesin dysturin vinnast. Danir mangla tveir av mest týðandi leikarunum til dystin, tí hvørki Daniel Agger ella Martin Jørgensen vera við. Spania manglar tó eisini týdningarmikla áleyparan, David Villa, meðan venjarin, Luis Aragones, ikki hevur funnið pláss til Real Madrid-spælararnar Raul og Guti.