TAKS boðar í dag frá, at fyrra hálvár í ár hevur stovnurin lagt hald á 663,1 gramm av hassji, umframt nakað av amfetamini og øðrum ólógligum og vandamiklum rúsandi evnum.
Eisini vísir ein uppgerð av eftirlitsarbeiðinum hjá TAKS, at rættingar eru gjørdar fyri 30 milliónir krónur. Talan er serliga um hækkingar í MVG-skylduni og skattskyldugu inntøkuni hjá fyritøkum.
- Vit meta ikki, at støðan er verri enn tað, sum vit hava sæð síðstu árini. Flestøll hava gott skil á sínum fíggjarviðurskiftum, men tølini vísa, at tað er neyðugt hjá TAKS at hava eitt vælvirkandi eftirlit, soleiðis at alt er so rætt, sum til ber”, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.