Tað slitnaði millum samgonguna og Sambandsflokkin í 12. tíma, hóast útlit vóru fyri, at ein breið fiskivinnunýskipan fór at verða løgd fyri tingið.
So gjørdist tó ikki, men tað er ikki rætt, heldur tingmaðurin fyri sambandsflokkin, Magni Laksafoss.
Hann sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum í dag, at partarnir vóru sera nær og vil man vera við í at geva vinnuni tryggar karmar, so má man taka ábyrgd og gera eina breiða semju við samgonguna.
- Sambandsflokkurin fekk omanfyri 90 prosent av tí vit ynsktu við í uppskotið, og tað er nógv, tá ið tað eru tveir partar, sum skulu semjast. Men flokkurin vildi ikki taka undir við uppskotinum kortini, sigur Magni Laksafoss.
Tað er greitt, at tingmaðurin er av tí fatan, at tað er politiska uppgávan eisini hjá Sambandsflokkinum, at vera við í einari breiðari semju, so at vinnan fær tryggar karmar at arbeiða undir.
- Eg haldi man eigur at fáa eina semju, sigur Magni Laksafoss við Kringvarpi og vísir á, at hansara tilmæli er, at partarnir aftur setast við samráðingarborðið.