Laksaprísurin nærkast ársins besta

Sum skilst í laksavinnuni eru prísútlitini góð fyri mai, tí nøgdin av laksi í Noregi og Chili er lutfalsliga lítil um somu tíð.

 

 

 

- Tað er lítil fiskur í løtuni. So, tað verða helst prísir, sum fara at liggja um 70 norskar krónur - ella stívliga 51,76 krónur í okkara peningi fyri kilo. Kanska fara prísirnir á stórum fiski enn longur upp, sigur ein laksaútflytari við norsku heimasíðuna, iLaks í dag.

 

Hvønn fríggjadag loddar iLaks dýpið og roynir at finna út av, hvørjir spottprísirnir á laksi verða í vikuni sum kemur. Til tess at gera sær eina góða meting, hevur iLaks fleiri ymiskar - og skiftandi - keldur, sum tey byggja sínar metingar á.

 

Higartil eru nakrir handlar gjørdir fyri komandi viku, og hesir eru munandi hægri enn seinasta fríggjadag, tá laksur á 3-6 kilo fór fyri stívliga 48 krónur í okkara peningi fyri kilo.

 

Ein laksaalari sigur við iLaks, at fyritøkan hjá honum fær 57,70 krónur fyri kilo av laksi, sum liggur millum 5 og 6 kilo. Alarin sigur, at hann eisini hevur keyparar í Evropa, sum bjóða millum góðar 53 og góðar 56 krónur í okkara peningi fyri kilo.

 

Sum skilst í laksavinnuni eru prísútlitini góð fyri mai, tí nøgdin av laksi í Noregi og Chili er lutfalsliga lítil um somu tíð. Tískil hava laksaalarar góðar vónir um prísirnar fyri vikuna, sum stundar til, og hesir fara helst at liggja oman fyri 50 krónur fyri kilo í miðal í okkara krónum.