Landið leggjast saman í níggju øki

Soleiðis skulu sløkkilið og bjargingarlið kring landið leggja saman í størri eindir

 

Nú skulu sløkkilið og bjargingarlið kring landið leggja saman í níggju eindir. Tað er endamálið við einum uppskotið, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.

Sum vit skrivaðu í morgun, er endamálið at styrkja fakliga støði og at gagnnýta fólk og útgerð betri enn tað verður í dag.

Les meiri um tað her: Bjargingarlið og sløkkilið skulu leggja saman

Landsstýrismaðurin sigur, at kommunurnar fáa eitt ár til at skipa seg í samstørv um tilbúgvingina, tí tað skal verða avgreitt áðrenn 1. januar 2022.

Hann sigur, at tá ið tilbúgvingin verður samanløgd, skal tað, sum heilst verða gjørt soleiðis.

1) Tilbúgvingarøkið Suðurstreymoy, sum er Tórshavnar kommuna.

2) Tilbúgvingarøkið Vágar, sum eru Sørvágs kommuna og Vága kommuna.

3) Tilbúgvingarøkið Norðstreymoy, sum eru Vestmanna Kommuna og Kvívíkar kommuna.

4) Tilbúgvingarøkið Sundalagið, sum er Sunda kommuna og Eiðis kommuna.

5) Tilbúgvingarøkið Eysturoyar vestara er Nes kommuna, Sjóvar kommuna og Runavíkar kommuna.

6) Tilbúgvingarøkið Eysturoyar eystara, sum er Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna.

7) Tilbúgvingarøkið Norðoyggjar, sum eru allar kommunurnar í Norðoyggjum, nevniliga Kunoyar kommuna, Viðareiðis kommuna, Klaksvíkar kommuna, Hvannasunds kommuna og Fugloyar kommuna.

8) Tilbúgvingarøkið Suðuroy, sum er øll Suðuroyggin, ella Sumbiar kommuna, Vágs kommuna, Porkeris kommuna, Hovs kommuna, Fámjins kommuna, Tvøroyrar kommuna og Hvalbiar kommuna.

9) Tilbúgvingarøkið Sandoy/Skúgvoy, sum eru Sandoyggin og Skúgvoy, nevniliga Skopunar kommuna, Sands kommuna, Skálavíkar kommuna, Húsavíkar kommuna og Skúvoyar kommuna.

Landsstýrismaðurin sigur, at verður tilbúgvingin ikki løgd saman eftir hesum leisti, skulu tey nýggju tilbúgvingarøkini í hvussu so er hanga saman, bæði landafrøðiliga og samferðsluliga.