Upprunaliga var ætlanin hjá Vinjardi Joensen bara at taka móti fiski og senda hann víðari til Fiskamarknaðin á Toftum, men nú er hetta broytt til, at Landingarmiðstøðin í samstarvi við Fiskamarknaðin, skilur fiskin, flokkar hann og selur hann á uppboði.
Nýggja Marel skiljilinja er sett upp í turkihúsinum hjá Hugo Fjørðoy, sum Landingarmiðstøðin hevur leigað. Sørvágs havn hevur sett ein lítlan krana á bryggjuna, sum skal fáa útróðrarfiskin í land. Á 1. hædd í turkihúsinum verður so kassamiðstøðin, har øll goymslan verður av kassum, og verður goymslan nóg stór til allan tørv í Vágum.
3000 tons
Vinjard Joensen, sum hevur átt skip í 22 ár og ført tað sjálvur, hann átti »Barðið«, til hann fyri nøkrum árum síðani gavst, sigur seg seinnu árini hava hugsað nógv um at seta okkurt á stovn í heimbygdini, og nú er so hesin dreymur so gingin út.
? Sum er koma eini 3000 tons av feskum fiski uppá land í Sørvági, og eg vóni, at Landingarmiðstøðin kemur at avgreiða sín stóra part av tí fiski, sum kemur uppá land her.
? Málið hjá okkum er at fáa so nógvar bátar og skip sum gjørligt at leggja veiðina upp til Landingarmiðstøðina, og allir eru hjartaliga vælkomnir, leggur Vinjard Joensen aftrat.
6-8 fólk í arbeiði
? Sørvágur hevur allar facilitetir, her eru handlar við øllum vørum, olja fæst her eisini og ísur, og so mugu vit ikki gloyma, at atløgubryggjan er ein av teim bestu í landinum, hvar menn kunna leggja sín bát ekkaleysir.
? Og tá vit nú bjóða okkum fram er tað tí vit fara at leggja okkum eftir at hagreiða fiskin sum best, sigur Vinjard Joensen og vísir á, at feski fiskurin verður ísaður í 75 litur kassar og 40 kilo í hvønn kassan.
Samlaða íløgan higartil í Landingarmiðstøðina liggur um 1 mió. krónur, og tað er Føroya Sparikassi sum fíggjar. Eini 6-8 fólk fara at starvast á Landingarmiðstøðini.