UPPSØGN
Setanin av landsantikvari fekk politiskar avleiðingar. Annlis Bjarkhamar er ikki longur landsstýriskvinna. Men maðurin alt rokið stóð um, Steffen Stumman Hansen, ið varð tikin fram um Símun V. Arge, er framvegis útnevndur landsantikvarur næstu fimm árini.
Tað hóvar ikki Magistarafelag Føroya, sum er felagið hjá Símun V. Arge. Felagið ger greitt, at tað stendur við sítt krav um, at setanin av landsantikvari verður ógildað. Felagið byggir kravið á, at tað ikki er farið rætt fram, tá nýggjur landsantikvarur varð settur.
? Frá felagsins síðu er tað umráðandi, at aðalspurningurin í hesum máli ikki druknar í tí politiska meldrinum við tí nýíkomnu støðuni. Hesin aðalspurningur er, at setanini av nýggjum landsantikvari verður annullerað, sigur Magistarafelagið í tíðindaskrivi.
Í løtuni umsitur Anfinn Kallsberg løgmaður formliga mentamál, og tað er sostatt bara hann, sum kann ógilda avgerðina hjá Annlis Bjarkhamar.
Stendur við enn
Spurningurin er, um setanin av Steffen Stumman Hansen stendur við. Men Anfinn Kallsberg fæst ikki at svara í løtuni, um nýggi landsantikvarurin verður sitandi.
? Sjálvandi stendur setanin við. Landsstýrismaðurin hevur sett hann í starv og hevur sent honum setanarskriv. Formliga er avgerðin framd umsitingarliga. So leingi tann avgerðin stendur við, er Steffen Stumman Hansen landsantikvarur. Um tað verður broytt, veit eg ikki enn, tí tað er ikki viðgjørt, sigur Anfinn Kallsberg.
Tá Sosialurin tosað við løgmann fyrrapartin mikudagin bíðaði hann eftir, at Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, kom aftur av uttanlandsferð. Løgmaður vil ikki gera nakað ella geva nakra ítøkiliga viðmerking, fyrr enn teir báðir hava tosað saman.
Og tað er greitt, at teir høvdu nógv at tosa um.
Broyting kostar
Tað skilst kortini á lagnum, at enn eru ikki allar súður syftar, hóast fráfarna landsstýriskvinnan hevur gjørt tað truplari at broyta avgerðina.
Beint eftir, at løgmaður boðaði Annlis Bjarkhamar frá, at hann fór at kanna málið, tí so nógvir ivaspurningar vóru reistir, staðfesti hon nevniliga avgerðina við at senda Steffen Stumman Hansen setanarbrævið. Hetta er ein høvuðsorsøk til, at álitið millum hennara og løgman reyk, sigur Anfinn Kallsberg. Men tað forðar honum kortini ikki í at ógilda avgerðina.
? Tað avbyrgir meg ikki frá at gera tað, men tað hevur nakrar fíggjarligar avleiðingar. Tú kanst altíð seta fólk úr starvi, men eru tey sett fyri eitt ávíst tíðarskeið, so kanst tú ikki uttan víðari taka tað aftur. Tá hevur viðkomandi nøkur rættarkrøv, og tað mugu vit taka við, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður.