Landsbókavørðurin: - Skjølini hava søguligt virði

Seinast í november fara ein hópur av søguligum føroyskum skjølum undir
hamarin á danskari auktión. Martin Næs, landsbókavørður kennir ikki júst
hesi skjølini, men viðgongur at tað ljóðar sum um hesi skjølini hava eitt
stórt søguligt virði.

Martin Næs segði sunnudagin  sama dag sum tíðindini komu fram - at hann er vitandi um eina samling av skjølum hjá AC Evensen. Men um
talan er um somu skjøl, sum nú fara á auktión veit hann av góðum grundum
ikki.
Hinvegin so finst ein lóg  tann sonevnda Bókasavnslógin  har ein hevur
tryggjað seg ímóti, at mentanargripir verða fluttir soleiðis av landinum.
Martin vísir til grein 4 í lógini, har greitt er orðað um handrit, sum ikki mugu flytast av landinum.
Í hesum førinum er kortini eitt sindur óvist úr hvørjum tíðarskeiði, hesi
skjølini eru.
AC Evensen (1874  1917) virkaði tað mesta av síni tíð í Føroyum, og tí
kunnu hetta vera skjøl frá hesi tíðini. Hinvegin so sigur lógin greitt, at
tað er ikki loyvt at taka skjøl og flyta tey í annað land, uttan við loyvi
frá landsstýrismanninum í mentamálum.
- Men sjálvandi  her kann jú saktans vera talan um eitt heilt annað savn.
Men í øllum førum sær hetta út til at vera eitt virðismikið savn, sigur
landsbókavørðurin.

FAKTA

Bókasavnslógin

Í grein 4 í Bókasavnslógini verur soleiðis tikið til: Bøkur, handrit
og onnur verk, ið eru privat ella almenn ogn, eldri enn 100 ár, eru at meta
sum mentanargripir og mega ikki flytast úr landinum uttan við serligum loyvi
frá landsstýrismanninum í mentamálum.