Oljan hevur verið óvanliga dýr hetta árið, og hetta rakar ikki bara vanliga húsarhaldið. Landshúsarhaldið brúkar eisini olju, og hetta hevur økt munandi um útreiðslurnar hjá almennum stovnum.
Ein partur av teimum 21 milliónunum, sum Karsten Hansen týsdagin bað løgtingið játta, fer til meirútreiðslur í samband við dýru oljuna. Øll trý sjúkrahúsini skulu hava ein part av pengunum, tí útreiðslurnar til olju eru øktar, Magnus Heinason hevur eisini merkt dýra oljuprísin, og ikki minst Strandferðslan, sum fær eina eykajáttan uppá 1,3 milliónir krónur.
Eldrarøkt og pensjónir
Ein stórur partur av pengunum í eykajáttanarlógini skulu kortini brúkast til lógarbundnar útreiðslur.
Landið og kommunurnar býta ikki longur útreiðslurnar á almannaøkinum millum sín. Frá 1. juli í ár hevur landið borið allan kostnaðin av hesum økinum, og afturfyri hava kommunurnar borið allan kostnaðin av barnaansingarøkinum. Hetta dýrkar í fyrsta umfarið nógv um almannaútreiðslurnar. Meira enn 11 milliónir skulu játtast til eldrarøkt og somuleiðis 11 milliónir til fólkapensjónir. Harumframt gerst vanliga forsorgin umleið tríggjar milliónir dýrari fyri landskassan. Tilsamans ber hendan broytingin í sær ein meirkostnað fyri landskassan uppá 32 milliónir krónur.
Aftur í kassan
Men umleið 26 milliónir krónur koma aftur í kassan, tí landið skal ikki gjalda kommununum endurgjald fyri barnaansingina. Játtanin til dagstovnar verður tí lækkað 25,8 milliónir krónur.
Eitt annað stórt tal í eykajáttanini fyri desember eru útreiðslurnar til rentustuðul. Rentan er hækkað fleiri ferðir í ár, og tí verður eisini neyðugt við hægri játtan til rentustuðul. Karsten Hansen hevur tí biðið løgtingið um góðar seks milliónir krónur afturat til rentustuðul.
Samlaðu eykajáttanirnar higartil í ár hava verið 116,4 mió. kr. Løgtingið skal viðgera eykajáttanarlógina fyri desember á tingfundinum í dag.