Landsinnsavningin hjá Reya Krossi er av

– umleið 500 innsavnarar hava gingið kring landið

Tíðindaskriv:

 

Reyði Krossur takkar hjartaliga teimum umleið 500 innsavnarunum frá øllum landinum fyri ein stóran innsats í árligu Landsinnsavningini. Hesa vikuna verða bússurnar latnar inn til bankarnar, sum fara undir at telja saman. Væntað verður, at úrslitið er klárt ímóti endanum av mánaðinum.

 

Frá innsavnarunum hava vit fingið nógvar stuttligar søgur um, hvussu hugnaligt og givende tað hevur verið at ganga við bússu. Ein teirra, Katrin, greiðir soleiðis frá:

 

“Hetta var eitt so positivt, stuttligt og gevandi upplivilsi, sum eg fari at goyma væl. Stuttligt var at uppliva hvussu jalig fólk vóru, tey runnu upp á loft eftir pengum, út í bilin eftir mappuni, leitaðu í hvørjum lumma, nógv høvdu hevað reiðan pening til innsamlingina, og serliga stuttligt var at síggja smábørnini so stolt lata pening i bússuna. Tað er sunt fyri menniskjað at gera mun uttan løn – kenslan aftaná er heilt serlig.”

 

Eisini ein hjartans tøkk til øll, sum hava stuðlað innsavningini við eini peningagávu. 

 

Í ár fer ein stórur partur av innsavningini til hjálpararbeiði í Afganistan, har stórur tørvur er á hjálp, serliga eftir ógvusligu jarðskjálvtarnar, sum hava rakt seinastu vikurnar. Eisini verður innsavningin brúkt sum grundarlag til arbeiðið hjá Reyða Krossi her heima í Føroyum, har vit veita mat, klæðir, felagsskap og hjálp í kreppu.

 

Náddi tú ikki at stuðla? Hesa vikuna ber framvegis til at stuðla.

 

 

##med2##

 

Reyði Krossur Føroya