Fótbóltur
Leygardagin klokkan 16 verður dysturin, sum tey flestu rokna sum ein tann størsta hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í nógv ár.
Fyri framman stendur Eysturríki, og tað vekir sjálvandi bæði stór og gleðilig minni hjá hvørjum tí einasta føroyska fótbóltsfjeppara.
Sjónvarpið sendir sjálvandi frá dystinum, og leygardagin verður talan hálvavegna um fótbóltsmarathon á skíggjanum. Sum upphiting fer Sjónvarpið nevnliga at senda minniliga dystin frá Landskrona, tá Føroyar bastu Eysturríki, og byrjar hetta klokkan 14.
- Tað eru jú liðin 18 ár síðani, at hasin dysturin varð spældur. Og tey, sum í dag eru um 20 ár og yngri, hava kanska als ikki sæð dystin. Tey hava sjálvandi hoyrt um hetta og helst eisini sæð málið hjá Torkili, men ikki dystin í síni heild. Tí kom hetta hugskotið fram, og tað vann alt fyri eitt frama her í húsinum, sigur Tórður Mikkelsen í Sjónvarpinum.
- Og so kann tað eisini vera stuttligt hjá okkum øðrum at síggja hendan dystin aftur. Nógv verður í dag kjakast, um nøkur framgongd hevur verið síðani, so nú kunu fólk gera sína egnu meting, um tey síggja báðar dystirnar.
Og verður meira gjørt burtur úr hesaferð, enn tit vanliga gera til landsdystir?
- Tað verður sjálvandi eitt sindur eyka. Vit tosa í løtuni um, hvat og hvussu vit gera hetta. Men eg fari so ikki at nevna smálutirnar her og nú, sigur Tórður Mikkelsen, sum sjálvandi verður av teimum, sum fara at siga frá dystinum leygardagin.