Landsliðið fer á Bankan

Atlantic Airways verður framhaldandi høvuðsstuðul hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, men afturat sær hevur flogfelagið nú Føroya Banka

Sponsoravtala

Seinastu nógvu árini hevur Atlantic Airways verið partur av føroyska landsliðshópinum. Bæði sum flutningsfelag, og ikki minst sum høvuðsstuðul hjá fótbóltslandsliðnum.
Stjórin í felagnum, Magni Arge, hevur ongantíð dult týdningin, sum landsliðið hevur fyri føroyska ferðavinnu ? og harvið Atlantic Airways ? og mikudagin á miðdegi varð hetta undirstrikað, tá Atlantic Airways enn einaferð skrivaði undir tvey-ára sponsoravtalu við FSF.

Hava nógv í felag
Hetta er sætti sponsorsáttmálin, sum flogfelagið ger við Fótbóltssambandið, so ikki kann sigast annað enn, at Atlantic hevur verið FSF ein drúgvur stuðul, men sambært stjóranum, so eru teir á ongan hátt vorðnir troyttir av hesum enn.
- Tað kemst av tí, at vit eru onga løtu í iva um, at føroyska fótbóltslandsliðið er fremsta vørumerki, sum føroyingar eiga, til tess at gera vart við seg í umheiminum. Tað veit ein og hvør, sum hevur ferðast uttanlands fyri einum tíggju árum síðani og so nú. Útlendingar vita í dag nógv meira um Føroyar, enn tey gjørdu tá, og tað er stórt sæð orsakað av fótbóltslandsliðnum og teirri positivu umtalu, sum hetta skapar fyri okkum.
Hóast Atlantic Airways sostatt fær stóru nyttu úr tí, sum fótbóltslandsliðið avrikar, so er spurningurin tó eisini, um felagið ikki hevði fingið eins stóra nyttu, um onkur annar var høvuðsstuðul. Hesum er Magni Arge heldur ikki heilt ósamdur í, men hann leggur tó dent á, at tað eisini eru onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi í hesum.
- Fyrst og fremst, so vilja vit fegin vera við til at at stuðla landsliðnum, og hartil, so eru eisini rættiliga nógv ting, sum knýta okkum saman. Bæði Atlantsflog og FSF fóru í altjóða kapping um somu tíð. Í báðum førum vóru fólk flest tó rættiliga ivasom um, hvørt hetta var eitt skilagott stig at taka, og í báðum førum hava prógvað, at tað ber til, um tú bert hevur viljan og áræðið til tað. Og ikki minst, so hava vit bæði tvey framvegis ambitiónir um at koma víðari í altjóða høpi.
- So alt í alt, so vilja vit heldur enn gjarna tryggja, at tað framhaldandi ber til hjá fótbóltslandsliðnum at taka lut í altjóða kapping. Og at enda vil eg siga, at hetta er so eisini okkara stuðul til føroyskan fótbólt. Sum tjóðarflogfelag, so kunnu vit við hesum stuðla samlaða føroyska fótbóltsheiminum, og tað gera vit fegin, sigur altso Magni Arge at enda.

Ikki einsamallir
Atlantic Airways verða tó ikki einasti høvuðsstuðulin hjá landsliðnum hesi komandi árini.
Í mun til fiskivinnuna, har talan framyvir verður um skerda veiðu á Føroya Banka, so hevur FSF nevniliga fingið Føroya Banka afturat sponsorpakkanum.
Slíkar loysnir hevr FSF áður havt, og eitt nú var Vest-laks í fleiri ár høvuðsstuðul saman við Atlantsflogi. Nú hevur tað so eydnast at fáa Føroya Banka við í eini slíkari loysn, soleiðis at sponsorgrundarlagið undir landsliðnum er enn tryggari.
Sum vant, so bar ikki til at fáa upplýst, hvussu stórar upphæddir sponsoravtalan snýr seg um, men tað er einki at ivast í, at talan verður um eitt gott ískoyti til raksturin av flaggskipinum hjá føroyskum fótbólti.