Landsliðið til EM-undankappingina

17 leikarar eru fyribils úttiknir til manslandsliðið í flogbólti, sum í næstum fer til Skotlands at spæla

flogbóltur

Talan er her um eina fýra-landakapping, sum samstundis er undankapping til EM. Til samans eru tað átta lið, sum kappast um pláss í B-bólkinum til EM.
Í bólkinum, sum Føroyar eru í, eru eisini Skotland, Ísland, og Luxemburg. Hin bólkurin er settur saman av Kypros, Andorra, Írlandi og Norðurírlandi.
Tvey lið úr hvørjum bólki koma víðari til endaumfarið í undankappingini, og er føroyski hópurin hesin. Rúni Weihe úr BK Tromsø. Bárður B. Mikkelsen og Ragnar í Haraldsstovu Petersen úr Holte IF. Steinar H. Eirikstoft og Suni Juul Pedersen úr P.V.C. Lyngby. Johan Nielsen úr Amager VK. Heiðrikkur Bergsson, Jens Heri Bolstad Mortensen og Heini Weihe úr Fram. Odd Eliasen, Bartal Eliasen, Kenneth Neshamar og Jan Áki Olsen úr ÍF. Andrass Jógvansson úr Fleyr. Thorvald Danielsen og Eyðstein Eyðunsson Elttør úr Mjølnir og Jóhan Petur á Stongum úr SÍ.