Mikukvøldið og hóskvøldið verður fjórða umfar í landskappingini, og mánadagin, 2. hvítusunnudag, verður fimta umfar.
Fyri meiri enn fimm mánaðum síðani – mánadagin 16. desember í 2019 – varð tað alment, at Håkan Ericson úr Svøríki er nýggjur landsliðsvenjari.
Á tíðindafundinum henda dagin segði nýggi landsliðsvenjarin, at hann framvegis fer at búgva í Svøríki, men at hann ætlaði at vera nógv í Føroyum.
Nú kappingin er trý umfør gomul, er tað ein veruleiki, at Håkan Ericson hevur ikki verið í Føroyum og sæð nakran landskappingardyst. Orsøkin er eyðsýnd – korona.
Møguleikarnir eru góðir at fylgja við, nú tað verður sent frá føroysku landskappingini í Noregi og eisini á netinum, so Håkan Ericson fylgir við, men hann hevur ikki enn havt høvi at heilsa upp á spælarar og venjarar í sambandi við landskappingardystirnar.
Eli Hentze er hjálparvenjari hjá Håkan Ericson, og hann fylgir væl við í heimligu kappingini, og hann samskiftir við venjaran. Av góðum grundum dugir Eli ikki at siga, nær venjarin fyrstu ferð fer at hyggja at landskappingardysti í Føroyum.
Tá ið vit spyrja Eli, nær landsliðið fer at savnast fyri fyrstu ferð, sigur hann, at ætlanin er at hava venjingarlegu í Havn í august – frá 9. og til 13. august. Hetta verður ímillum 15. umfar, sum er sett at vera 6. august og 16.umfar, sum er sett at vera 16. august.
Ætlanin var, at tveir vinardystir skuldu vera í mars – á útivølli ímóti Danmark og Andorra – og at ein skuldi vera á útivølli ímóti Íslandi 3. juni. Hesir eru allir avlýstir.
Soleiðis sum skráin sær út, so eru tveir dystir í UEFA Nations League á skránni í september. Tann fyrri á heimavølli ímóti Malta tann 3. september, og tann seinni á útivølli ímóti Andorra tann 6. september.