Eftir at hava verið í luftini ímillum tríggjar og fýra tímar kom landsliðið seint mikukvøldið til Gijón í Spania. Í lítlu lufthavnini vórðu føroyingarnir móttiknir við fløggum og miklum rómi av fleiri av landsmonnunum, sum vóru komnir niður kvøldið fyri. Fyri føroyska ferðalagnum stóðu eisini Allan Simonsen, Jákup Mikkelsen, Jan Allan Müller og Jens Erik Rasmussen, sum lítla løtu frammanundan vóru komnir úr Danmark.
Ferðin úr lufthavnini og til bústaðin var styttri enn ein hálvan tíma. Landsliðið býr undir góðum umstøðum á einum lágum og ikki serliga stórum gistingarhúsið. Venjingarvøllurin er tætt við, og teinurin til stadion, har dysturin verður í annaðkvøld, er heldur ikki langur.
Allan Simonsen og hansara menn vóru á venjingarvøllinum fyrrapartin í gjár, og teir skuldu aftur á vøllin í gjárkvøldið og aftur fyrrapartin í dag. Í kvøld klokkan 20 lokala tíð fer landsliðið á stadion at royna vøllin, har teir skulu spæla í somu tíð í annaðkvøld.
Veðrið í Spania er av tí fagrasta, og tað verður ikki mett, at tað fer at verða nøkur plága fyri føroysku spælararnar. Tá føroyska ferðalagið kom til Spania vóru hitastigini umleið sekstan, í gjár var væl lýggjari, men í annaðkvøld verður hitin neyvan omanfyri 20 stig.
Opin høgra síða
Stóri spurningurin er altíð, hvørjar ellivu spælarar, venjarin fer at senda á vøllin, og hvørjar uppgávurnar fara at verða hjá teimum.
Allan Simonsen heldur seg oftast til tað, hann plagar at gera. Higartil hava Henning Jarnskor og Allan Mørkøre verið fastir fúsir í høgra borði, men hvørgin teirra er við í Gijón. Tí skal nýggjur maður setast í hesa ódnina, og hvør tað verður er mest spennandi spurningurin hesa ferð.
Jan Dam, Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson hava roynst væl í miðverjuni, og venjarin broytir neyvan nógv uppá ta uppstillingina, men tað er ein møguleiki, at hann velur at flyta t.d. Pól Thorsteinsson út í borðið. Ger hann tað, so verður Jens Kristian Hansen fluttur av miðvøllinum og aftur í miðverjuna.
Tá Malta var á Svangaskarði fyrr í ár, varð Magni Jarnskor skiftur inn í 2. hálvleiki, og hann endaði á høgra vongverja. Burtursæð frá Jan Dam er liðformaðurin einasti í hópinum hesa ferð, sum hevur røkt hesa uppgávuna á landsliðnum áður.
Nógvir vinstrabeintir
Tá danska landsliðið var í hæddini, varð ofta tosað um, at tað vóru ov nógvir vinstrabeintir spælarar á liðnum, og hetta var av summum mett sum ein veikleiki. Hesa ferð eru sjáldsama nógvir vinstrabeintir spælarar, sum hava ilt við at brúka hitt beinið, á føroyska landsliðnum. Talan er um Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Jens Erik Rasmussen og Heðin á Lakjuni. Hvussu Allan Simonsen velur at loysa trupulleikarnar í høgru, so er tað púra greitt, at eingin av hesum verður settur í plássið, sum er tómt, nú Allan Mørkøre er leikbannaður, og Henning Jarnskor er skaddur.
At hesir vera á liðnum er eingin ivi um: Jens Martin Knudsen, Jan Dam, Óli Johannesen, Pól Thorsteinsson, Øssur Hansen, Julian Johnsson, Jens Kristian Hansen, Magni Jarnskor, John Petersen og Jan Allan Müller. Hvør síðsti maðurin verður er treytað av, hvussu venjarin velur at loysa trupulleikan í høgra borði.