Fyrr í kvøld varð hon kosin at vera ársins landsliðsspælari, og nú varð hon kosin at vera ársins málverji. Talan er um Óluvu A. Joensen, sum er málverji hjá KÍ. Tað fóru bara fýra mál ígjøgnum hjá KÍ í ár, og Óluva sat á beinkinum, tá ið tvey av hesum málunum fóru ígjøgnum.
Árins málverji hjá monnum er B36 málverjin Mattias H. Lamhauge, sum í ár vann seg á landsliðið, og nú er ársins málverji í Føroyum.
Hvørgin ársins málverji var hjástaddur. Svanna Svarvadal liðformaður hjá KÍ tók ímóti heiðrinum vegna Óluvu A. Joensen.
Vegna Mattias H. Lamhauge var tað fyrrverandi HB úrmælingurin og abbi Mattias H. Lamhauge, Eyðfinn Lamhauge, sum tók ímóti heiðrinum. Hann bar tíðindi um abbasonin:
-Mattias hevur fyri tveimum tímum síðani skrivað undir sáttmála við Fredericia, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Í morgun var hann á sjúkrahúsi fyri at kanna, hvussu tað stóð til við skaðanum, sum hann fekk í landsdysti herfyri, og tað sá gott út, sigur Eyðfinn Lamhauge.