Landsnevndin hartar formannin

Landsnevndin hjá Sjálvstýrisflokkinum sigur í skrivi í kvøld, at hon tekur frástøðu frá orðum formansins um Lars Løkke Rasmussen, sum hann hevur skrivað á sín facebook profil.

Skrivið frá landsnevnd Sjálvstýrisfloksins er soljóðandi:

Landsnevndin harmast um orðingar hjá flokksformanninum um Lars Løkke Rasmussen, og heldur ikki at hesar søma seg og staðfestir, at orðini standa fyri egna rokning.

Flokksformaðurin hevur greitt fingið at vita hvørja støðu Landsnevndin hevur til málið og vænta vit sjálvandi ikki, at hoyra slíkar orðingar aftur frá formanninum.

Tórshavn 21. juni 2011

Vegna Landsnevnd Sjálvstýrisflokksins

Jan Asbjørnson Joensen, form.