? Ráðstevnan er av stórum týdningi fyri føroyskt vinnulív, og tað er tí sera umráðandi, at landsstýrið verður við á hesari ráðstevnu.
Hetta sigur formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, í tíðindaskrivi í sambandi við, at umboð fyri landsstýrið í komandi viku fara til Seattle á altjóða stjórnarráðstevnu hjá WTO.
Formaðurin í uttanlandsnevndini vísir í tíðindaskrivinum á, at altjóða handilssamskiftið økist alt meiri, og rákið gongur móti meiri fríhandli. Hann staðfestir, at Føroyar eru ein partur av heimshandlinum, og at fjarstøða okkara ikki longur er nøkur forðing fyri samskifti við onnur lond.
Men Hergeir Nielsen vísir samstundis á, at tað er umráðandi hjá Føroyum at gera sær greitt, at neyðugt er við fyrireikingum og tillagingum til broyttu umstøðurnar, skulu vit standa okkum í kappingini við umheimin. Tí heldur hann tað vera sera áhugavert at fylgja við í, hvat Føroyar kunnu fáa burturúr WTO fundinum í Seattle.
Fríhandilsavtalan ógreið
Ein av ráðgevunum hjá WTO í Geneve, Maria del Carmen Pont-Viera, kunnaði uttanlandsnevndina, tá hon var í Geneve í september, um ymsar bilateralar fríhandilsavtalur, og greiddi hon millum annað frá, at hon arbeiddi í einari deild hjá WTO, sum hevði kannað 70 av teimum 120 regionalu fríhandilsavtalunum.
Hergeir Nielsen sigur, at hon greiddi frá, at føroyska fríhandilsavtalan var komin undir WTO kanning, og tað, sum serligur dentur varð lagdur á, tá slíkar avtalur vórðu kannaðar, var at kanna avtaluna sum heild. Kannast skuldi, um ásetingarnar í henni vóru greiðar og klárar, og kannast skuldi somuleiðis, hvussu avtalan virkaði.
Var talan ikki um eina veruliga fríhandilsavtalu, áttu handilsforðingarnar í slíkum avtalum at fáast av vegnum. Men givist varð at kanna føroysku avtaluna, tí hon var so ógreið á fiskivinnuøkinum. Og í hesum sambandi varð sipað til toll, loft, kvotur og referensuprísir.
? Vit vita, at tollur er ikki einasta hóttan ella forðing fyri útflutningi okkara til ES, og at týdningurin av tolli sum handilsforðing fer at minka við liberaliseringini í heimsghandilinum, sigur Hergeir Nielsen og vísir á, at hildið verður, at liberaliseringin av heimshandlinum hevur positiva ávirkan á heimsbúskapin, og royna flestu lond tí at vera við til sjálvar ráðstevnurnar, har sjónarmið verða førd fram og avgerðir tiknar.
Heilsufrøðiligir eftirbátar
Formaðurin í uttanlandsnevndini vísir á, at á fleiri økjum, sum eisini hava alstóran týdning fyri handilin, eru vit triðjaland. Hann vísir í hesum sambandi á, at vit ikki eru við í altjóða avtalum um heilsufrøðilig viðurskifti, og tí eru tað ES og onnur lond, sum áseta heilsufrøðiligu treytirnar.
Somuleiðs vísir hann á, at roknað verður við, at álvarsligar forðingar verða lagdar mótvegis triðjalondum, ið ikki halda heilsufrøðiliga eftirlitið, har felags góðkendar skipanir og mannagongdir verða tryggjaðar í einum integreraðum samskifti.
Fiskivinna viðgerast
Formaðurin í uttanlandsnevndini sigur, at nevndin er kunnað um, at feiri uppskot um fiskivinnu fara at verða viðgjørd á ráðstevnuni í Seattle. Hann sigur, at eitt uppskot er úr Noregi um betri marknaðaratgongd fyri fiski og fiskavørum, eitt er úr Íslandi um ymisk studningsviðurskifti til fiskivinnuna, og líknandi uppskot eru úr Íslandi, Japan, Australia, NEw Zealandi, Noregi, Peru, Filipinunum og USA.
? Uttanlandsnevndin fekk at vita, at Ísland var upprunin til hesi uppskot, og fekk síðani onnur lond við, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Edmálið hjá WTO
Endamálið við WTO er at tryggja, at handil, vørur og tænastur kunnu fara fram landanna millum við so fáum forðingum sum gjørligt.
Hetta skal gerast eftir einari einfaldari skipan, sum vil styrkja heimsbúskapin og hava við sær øktan handil, íløgur, arbeiði og inntøkuvøkstur í heiminum. Limalondini hava ikki rætt at gera mun á londum, hevur t.d. eitt land givið øðrum landi rættindi, so skal tað geva øðrum londum somu rættindi.
Á studningsøkinum er nakað fremjandi og annað oyðileggjandi, t.d. upphøggingarstuðul mótvegis íleggingarstuðli. Á landbúnaðarøkinum, sum var sermerktur við nógvum subsidium, tekniskum forðingum, verjutolli, útflutningsstuðli og dumpingprísum, var td. loyvt at stuðla gransking, sjúkufyribyrging, infrastrukturi og at tryggja nóg mikið av føði. Fiskur varð hinvegin viðgjørdur eins og vanlig vøra og kom tí ikki undir øll undantøkini, sum vóru galdandi á landbúnaðarøkinum. Bara tað eina WTO dokumentið um upprunareglur fylti ikki færri enn 1756 síður.
Útflutningsstuðul til landbúnaðarvørur var ikki loyvdur í WTO uttan so, at limalondini høvdu fingið loyvi, og at tey samtundis bundu seg til at minka bæði stuðul og nøgd av stuðlaðum vørum eftir ávísum reglum og yvir ávís tíðarskeið. Í hesum høpi varð eisini stórur munur gjørdur á íðnaðar- og menningarlondum.
Japan hevur lagt spurningin um serligar reglur fyri fiskavørur og skógarídnað fyri ráðstevnuna. Japan er stór fiskivinnutjóð, og hevur áhuga fyri fiskastovnunum, eins og skógunum, sum eisini eru eitt tilfeingi, sum endurnýggjar seg sjálvt.
Føroyski limaskapurin
Føroyar eru partur av danska WTO-limaskapinum og bundnar av at fylgja WTO-reglunum um matvørutrygd og heilsufrøðilig viðurskifti. Danir leggja stóran dent á WTO-fundin, og hava havt 15 arbeiðsbólkar sitandi, sum hava fyrireikað seg best møguligt fyri at tæna donskum áhugamálum, og teir senda 40 fólk til hesa ráðstevnu.
? Ein orsøkin er, at Danmark er eitt eyðkent útflutningsland, men tað sama eru Føroyar. Føroyski búskapurin er sera opin við einum uttanlandshandli ájavnt einari slakari bruttotjóðarúrtøku, og tí eins og tann danski sera bundin av viðurskiftunum við umheimin.
Úti við 150 lond eru limir í WTO og eini 30 søkja í løtuni um limaskap. Tað tekur umleið 2 ár at gerast limur, og fleiri av teim gomlu kommunistalondunum og Kina teljast millum umsøkjararnar.
Fyri føroyskt vinnulív er tað av alstórum týdningi, at vit eru við, har áhugamálini verða viðgjørd og avgerðirnar verða tiknar, sigur formaður uttanlandsnevndarinnar í tíðindaskrivi.