Teir báðir landsstýrismenninir vóru uppstillaðir á ávíkavist Tjóðveldis- og Sjálvstýrislistanum, men veljararnir hjá hesum flokkum tóku onnur fólk á listanum fram um teir.
- Landsstýrissessurin hjá mær hevur helst ivaleyst ávirkað valið, tí nógv fólk hava sagt við meg, at tey ynskja, at eg haldi fram í landsstýrinum, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, týskvøldið.
- Eg eri als ikki misnøgdur við valið, men fegnist um góða úrslitið hjá flokkinum, segði hann.
Karsten misti sessin
Karsten Hansen var fyrstvaldur á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum til býráðsvalið í 1996. Tá fekk hann 128 atkvøður. Hesaferð fekk hann 63 atkvøður og var nummar fýra á listanum.
Eyðun Elttør fekk 34 atkvøður og var nummar trý á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Eyðun Elttør var ikki uppstillaður á býráðsvalinum seinast.
Karsten Hansen var annar av tveimum býráðslimum, sum ikki vórðu afturvaldir.
Fólkaflokkurin misti ein býráðslim, og tað merkti, at Jógvan Lutzen, sum hevur røkt formanssessin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði farnu árini, ikki kom innaftur.