Felagið hevur hildið fund 7/12 um uppskot landsstýrisins um lóg um mánaðarligan minstaforvinning og um minstuløn og dagstudning. Samstundis hevur man viðgjørt nýggja skattalógaruppskotið.
Til uppskotið um mánaðarligan minstaforvinning er at viðmerkja:
Tað kann aldri vera rætt at seta eina nýggja skipan í verk, sum er baserað uppá eitt útrokningargrundarlag eitt hálvt ár afturút. Serliga ikki, tá vit hugsa um, at landsstýrið í fjør lá og bøldist omaná døgum, sum skuldu vera við til at sikra útróðurin við nógvum døgum á hásumri. Úrslitið gjørdist, at summarið 97 vóru ikki nógvir dagar brúktir. Vit vita, at við lógini um vinnuligan fiskiskap skaptust møguleikar hjá nøkrum bólkum at brúka eitt óavmarka tal av døgum. Bert útróðurin fekk eitt dagatal, sum ger, at hann ikki klárar at fiska sín prosentvísa part av heildarveiðuni. Um veturin darvar veðrið, til at man roynir at satsa, og nú skal summarið darvast av, um seismiska óveðrið er nær ella langt burturi. Vit halda at grundarlagið fyri at dríva útróður nú er so spinkult vegna menniskjaskaptar trupulleikar, at næsta stigi má vera at skapa fyritreytir fyri at sleppa burturúr hesari vinnu yvir ein upphøggingarstuðul, uppá sama máta sum aðrir rustikustar eru keyptir dýrt burtur úr føroyskari fiskivinnu.
Skuldin hjá útróðrarflotanum er bundin væl og virðiliga í fasta ogn. Ein útloysan av hesum panti vil føra til avskeplaðar menniskjalagnur, sum ikki áttu at verið einum vælferðarsamfelag verdugt.
Havandi í huga uppskotið hjá landsstýrinum um mánaðarligan minstaforvinning halda vit ikki, at skattalættin kemur at ávirka okkum nakað serligt. At taka við aðrari hondini og geva við hinari kann vera líkamikið.
Chris Jan Michelsen
f. Tvøroyri Útróðrarfelag