Grønland er undir stórum trýsti, sambært landsstýrisformanninum í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen.
– Eg vildi ynskt, at vit fingu eina danska stjórn skjótt. Tað hevði verið frálíkt fyri okkum í Grønlandi.
– Tí tá vit tosa um uttanríkispolitikk og verju og so framvegis, so snýr tað seg um danska kongaríkið, tað vil siga Grønland og Danmark tilsamans, segði Jens-Frederik Nielsen í pallsamrøðu á Copenhagen Democracy Summit.
Grønlendski landsstýrisformaður var í dag í Keypmannahavn fyri at luttaka á altjóða ráðstevnuni saman við millum øðrum virkandi forsætisráðfrúuni Mette Frederiksen og fyrrverandi amerikanska trygdarráðgevanum John Bolton.
/Ritzau/











