Tað er ikki samstarvið við privatar fyritøkur sum er orsøkin til, at tað er so dýrt at leiga eina íbúð frá Bústøðum. Tað sigur Vinnhúsið í eini viðmerking
Ingilín Didriksen Strøm, Landstýriskvinna við ábyrgd av Bústøðum, fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tað ikki longur skal vera eitt krav, at Bústaðir hava privatar fyritøkur við tá ið tey byggja íbúðir.
Les eisini: Nú verður bíligari at leiga sær eina íbúð frá Bústøðum
Men tá landsstýriskvinnan vil vera við, at úrslitið av tí fer at vera, at leigan verður bíligari, fer hon heilt skeiv, sigur Vinnuhúsið.
Grundgevingin hjá landsstýriskvinnuni er, at privatar fyritøkur skulu hava vinning og tí fer leigan upp, men Bústaðir skal ikki hava vinning og tí verður leigan bíligari.
Hevði Bústaðir kunnað havt lægri leiguprísir, um teir ikki skulu samstarva við privatar aktørar, høvdu teir longu havt lægri leiguprísir, sigur Vinnuhúsið.
– Allar tær fyrstu íbúðirnr, Bústaðir hevur bygt, hava verið uttan privatar fyritøkur - men tað munnu vera ógvuliga sjáldsamt, at nakar heldur, at tað er bíligt at leiga frá Bústøðum.
Skuldi Bústaðir bygt bíligari, kundi tað verið ein byrjan at bjóða verkætlanirnar út í millum byggirfyritøkurnar. Hetta hevði ført við sær tann lægsta prísin fyri ta verkætlanina, sum Bústaðir nú einaferð bjóðar út, sigur Vinnuhúsið.
Annars tekur Føroya Handverksmeistarafelag undir við, at tað ikki longur verður krav hjá Bústøðum at samstarva við privatar byggifyritøkuer. Í summum verkætlanir egnar tað seg væl við slíkum samstarvi, men aðrar verkætlanir ikki eru eins væl egnaðar.
Men samstundis heitir felagið staðiliga á Bústaðir um at samstarva við privat byggivirki fyri at fremja fleiri, betri og eisini bíligari leigubústaðir, sum tey siga.