Nú verður bíligari at leiga sær eina íbúð frá Bústøðum

– Samstundis fer tað eisini at liggja betri fyri at byggja íbúðir í útjaðaranum

Tað skal tað verða bíligari at leiga sær eina íbúð frá Bústøðum. Tað er eitt endamálið við einum uppskoti, Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.

 

Undanfarna samgonga broytti lógina um Bústaðir soleiðis, at tað var eitt krav, at bústaðir skuldi hava privat feløg við tá ið bústaðir skuldi byggjast kring landið.

 

Hetta kravið tarnar Bústøðum í arbeiðinum at útvega bústaðir, tí tað bar í sær, at nú skuldi bústaðarbygging geva vinning, og tað førdi til hægri húsaleigu.

 

Eru Bústaðir einsamallir um byggingin, er heldur einki krav um vinning, og tískil kann húsaleigan verða lægri.

 

Í løtuni er nógv tann størsti parturin av bústøðunum í landinum, eigarabústaðir, og kostnaðurin fyri at seta búgv er ógvuliga høgur. Somuleiðis er húsaleigan fyri at leiga eina íbúð ofta so dýr, at nógv hava ikki ráð til tað.

 

Upprunaliga endamálið við Bústøðum er at tryggja, at útboðið av bústøðum, og kostnaðurin av teimum, eru á einum støði, so at fólk kunnu fáa eitt nøktandi heim.

 

– Í summum førum kann tað vera skynsamt, at Bústaðir samstarvar við aðrar íleggjarar um bústaðarbygging, tí so røkkur peningurin, sum Bústaðir hava, longri.

 

Men tað nýggja er, at nu kunnu Bústaðir sjálvir meta um, hvørjar verkætlanir stovnurin skal fremja einsamallur og, hvørjar verkætlanir best vera framdar saman við øðrum.

 

Men tá ið tað ikki longur er eitt krav, at bústaðarbygging skal geva vinning, verður tað eisini lættari at byggja bústaðir í økjum, sum ikki eru so áhugaverd fyri vinnuligar íleggjarar.

 

– Soleiðis verður møguleikin fyri at seta búgv uttan fyri meginøkið størri, og tað er gott fyri útjaðarin, Ingilín Didriksen Strøm.