Tað er Frihedsbrevet, sum hevur kannað sambandið millum Tórshavnar kommunu og byggifelagið ArtiCon, ið sambært Frihedsbrevet hevur fingið arbeiði fyri næstan 400 milliónir krónur frá Tórshavnar kommunu – uttan at tey eru boðin út.
Frihedsbrevet skrivar, at »upp á minni enn tvey ár hevur Tórshavnar kommuna tryggjað byggifyritøkuni Articon fleiri uppgávur fyri samanlagt 385 milliónir krónur. Uttan at uppgávurnar eru bodnar út.
Og so hava tey eina illgiting frá landsstýrismanninum, Bjarna Kárasyni Petersen, sum ikki tykist sørt álvarslig, tá hon kemur frá landsstýrismanninum í kommunumálum:
»Tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum liggja aftanfyri, hvør fær hvørjar uppgávur«.
Hvørki landsstýrismaðurin ella Frihedsbrevet greina nærri, um tað eru vinarsambond ella persónlig sambond millum stjórarnar í Articon, Jón Sigurðsson og Niclas Joensen og borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, ella onkran annan ovarlaga í Tórshavnar kommunu, sum eru orsøk til, at ArtiCon fær arbeiði fyri út við 400 milliónir krónur. Ella um tað er heilt onnur sambond millum Tórshavnar kommunu og byggifelagið ArtiCon.
Men sambært Frihedsbrevet, so ætlar landsstýrismaðurin sær at taka málið um alment útboð upp politiskt.
Arbeiði, sum Frihedsbrevet sipar til, at ArtiCon hevur fingið uttan útboð er eitt nú stóra hondbóltshøllin við Tjarnir fyri 243 milliónir krónur og »fleiri aðrar uppgávur« fyri 141 milliónir krónur, skrivar Frihedsbrevet.
Greinin hjá Frihedsbrevet kann lesast her