Landsverk hevur nú fingið nýggjan fíggjarleiðara. Nýggjur fíggjarleiðari er Róaldur Jákupsson, sum hevir verið fíggjarleiðari KT leiðari, og varastjóri, á Strandferðsluni.
Róaldur Jákupsson er 45 ára gamal, hann er útbúgvin HD í uttanríkishandli frá CBS og hevur tikið MBA á Århus Universiteti. Harumframt hevur hann lokið ymisk leiðslufak á akademistigi.
Nýggi fíggjarleiðarin er gamal kenningur á Landsverki, tí hann var fíggjarfrøðingur har í seks ár, áðrenn hann fór í starv á Strandferðsluni.
Róaldur Jákupsson tekur við starvinum 2. mars.